Í grein í Dimmalætting sigur Beate L. Samuelsen m. a.:
»Vaglið frægari
Tá eg lat brævbjálvan upp, lógu har tvey hvít atgongumerkir til tónleikatiltøkini í Tórsgøtu, umframt tvey svørt, sum vóru til eitt "after-party" á Hotel Føroyum leygarkvøldið.
Tað er seinna tiltakið, eg ikki kann taka undir við.
Stutt fyri midnátt skuldi ein bussur fara við gestum frá Miðlahúsinum, altso Sosialinum, og niðan til hotellið, upplýsti borgarstjórin Heðin Mortensen fyri mær.
Hetta tiltalaði meg absolutt ikki. Tað gjørdi eg honum eisini greitt beinanvegin.
Hevði bussurin so farið av Vaglinum, av Skálatrøð ella Farstøðini í staðin, hevði tað verið eitt sindur frægari.
Men tað, sum gjørdi, at eg settist aftur, var, at á svørtu atgongumerkjunum til Hotel Føroyar stóð, saman við búmerkinum hjá Asfalt við ljósarari skrivt, skrivað "Miðlahúsið". Ikki eitt orð um Tórshavnar Býráð ella Føroya Banka.
Tað hevði verið uppá sítt pláss, sum býráðslimir eisini vóru kunnaðir um, at Sosialurin skuldi vera við í tónleikatiltakinum, sum Tórshavnar Býráð og Føroya Banki hava stuðlað við tilsamans ávikavist 175.000 kr og 150.000 kr?
Sosialistiskt »after-party«
Hvussu nógv hevur javnaðarblaðið fíggjað Asfalt við, so ráð vóru til fríbillettir til ballið á Hotel Føroyum?
Tær upphæddir, ið eg sum býráðslimur hava verið við til at játta til Asfalt-verkætlanina saman við hinum limunum, hava eina og aleina snúð seg um eitt frálíkt tónleikatiltak við tí endamáli at stovna ein grunn, einum spælistað at frama.
Í lýsingini av málinum um tónleikatiltakið, sum vit viðgjørdu í Mentanarnevndini bæði 8. februar og so aftur 24. mai, stendur ikki eitt einasta orð um, at floksblaðið hjá løgmanni, ið selt varð blaðleiðsluni og Føroya Tele fyri tveimum mánaðum síðani, skuldi vera við í verkætlanini og standa sum sponsor av eini veitslu á Hotel Føroyum hvítusunnuaftan.
Um eg hevði havt minstu hóming av, at býráðið hevði politiskar undirtónar í hesum málinum, hevði eg ikki tikið undir við umsóknunum til tónleikatiltakið við teimum upphæddum, sum søkt varð um.«
-----
Fakta:
Stuðlarnir hjá Asfalt vóru
Tórshavnar Býráð
Føroya Banki
Faroe Jet
Miðlahúsið
Umframt at verða stuðul hjá Asfalt er Sosialurin eisini stuðul hjá Summarfestivalinum og Jóansøkufestival.
Dimmalætting er stuðul hjá G! Festivalinum og Mjús
Beate L. Samuelsen, sum er útbúgvin journalistur, er fyrrverandi blaðstjóri á Dimmalætting. Hon er eisini ein av trimum høvuðspartaeigarum í P/F Dimmalætting