Kristin Michelsen
borgarstjóri
Á býráðsfundi tann 25. januar 2005 kl. 17.00, samtykti Tvøroyrar býráð einmælt, at borgarstjórin Kristin Michelsen, als ikki hóttir nakra kommunu í Suðuroy, og var hendan býráðssamtykin endurgivin í Dimmalætting og Sosialinum tann 5. februar 2005.
Á nevnda býráðsfundi tann 25. januar 2005 varð gerðabókin telduførd, men printarin var óvirkin, so gerðabókin kundi ikki undirskrivast, men var tøk til undirskrivingar tann 26. januar 2005, tað vistu bæði Jaspur Vang og Marjun Olsen. Hvørki Jaspur Vang ella Marjun Olsen bóðu um viðmerkingar til gerðabókina. Býráðslimirnir báðir fáa ta fatan av greini í Dimmlætting og Sosialinum, at teir hava skrivað undir greinina og harvið kunnu ábyrgdast fyri innihaldið í greinini, tí koma Jaspur Vang og Marjun Olsen við einari viðmerking til greinina.
Tað kemur mær soleiðis fyri at Jaspur Vang og Marjun Olsen vilja sleppa sær undan at ábyrgdast, og ikki virða avgerðirnar hjá Tvøroyrar býráð. Tá haldi eg, at ein má umhugsa sína støðu í býráðnum.
Avrit av gerðabók hjá Tvøroyrar býráð, blað nr. 2005-02-01.
Óalmennur býráðsfundur hin 25. januar 2005. Allir limir møttir.
Til viðgerðar:
Skriving hjá Finnleif Guttesen í bløðunum herfyri um borgarstjóran. Hann pástendur, at borgarstjórin hóttir aðrar kommunur.
Kristin Michelsen góðtekur ikki hansara skriving og vil vita, um býráðið heldur, at hann hevur hótt.
Býráðslimir eru samdir um, at borgarstjórin ikki hevur hótt nevndu samrøðu í sosialinum hin 22. januar 2005.
Harafturímóti hevur býráðið lagt upp til betri samstarv við hinar kommununar í oynni, og verður tað hervið enn einaferð staðfest.