Annfinn Brekkstein, býráðslimur fyri Sambandsflokkin
----------
Samgongulimir hava góð og áhugaverd hugskot um framhaldandi menning av ítróttinum og ítróttaranleggum í Havn. Hvat skal koma fyrst – golfvøllur, fótbóltshøll, svimjuhylur ella nýggjan fótbóltsvøll í Hoyvík. Jú hugskotini eru mong og spennandi, men so sanniliga eisini ein fíggjarliga ein avbjóðing.
Sjálvur haldi eg, at tað eru onnur meira átrokandimál at loysa her og nú. Hvat við Kommunuskúlanum og teimun avbjóðingum sum har eru. Ikki tíð, Tórshavnar Kommunan hevur gjørt stórar íløgur í nýggjar skúlar í seinastuni. Ein nýggjur skúli
bleiv tikin í nýtslu fyri einum góðum árið síðani í Hoyvik og ein verður liðugur at taka í nýtslu á Argjum til komandi skúla ár.
Sum sagt, vit hava eina stóra avbjóðing í at loysa málið um kommunuskúlan? Skal hann rívast niður og byggja ein nýggjur kommunuskúli – ein nýggjan miðbýðarskúla. Eitt skulu vit undir øllum umstøðum ikki gloyma, tað standa næmingar, foreldur og læararar spent og bíða eftir. Hvat verður næsti leikur frá okkum býráðslimun í hesum álvars máli.
Eg dugu illa at ímynda mær, at eingin skúli verður í miðbýnum í framtíðini. Tað liggur eitt námsfrøðiligt innihald og eitt áralangt innihald í einum og hvørjum skúla, eisini í Kommunuskúlanum sum hava skyldu at loysa á skilabesta hátt.
Ein nýggjur skúli í miðbýnum, kann geva fleiri møguleikar til økt mentanarlív og møguleikar til enn fleiri og spennandi tiltøk í miðbýnum.
Men, alt hettar er so sanniliga eisini ein fíggjarlig avbjóðing fyri okkum býráðslimir.
Tað er ikki rætta tíðin fyri øktum skattatrýsti á borgarar. Skattgjaldarin hýkur undir alt og stórum skattum og avgjøldum
Ynskini og tað fíggjarliga mugu passa saman, so vit framhaldandi hava ein fíggjarligan sterkan høvuðstað.