Í seinnapartssendingini hjá Rás2, sum var send av torginum í SMS skiftu býráðslimir í Tórshavnar Býráði orð um handilslívið og parkeringsviðurskiftini í Havn.
Fyrst skiftu Heðin Mortensen (Javnaðarflokkurin) og Jan Christiansen (Fólkaflokkurin) orð um málini.
Aftaná skiftu Marin Katrina Frýdal (Tjóðveldi) og Annfinn Brekkstein (Sambandsflokkurin) orð um somu mál.
Undir greinini ber til at hoyra tað, sum Heðin Mortensen, Jan Christiansen, Marin Katrina Frýdal og Annfinn Brekkstein søgdu um handilslívið og parkeringsviðurskiftini í Havn.