Levi Mørk, formaður í byggi og býarskiparnarnevndini
----
Eigarfelagið inni á Gøtu í Hoyvík, sum hevur kempa ímóti um ætlaðu bygging av orkustøðini hjá Fjarhitafelagnum í Hoyvík, hevði í kvøld ein kunnandi fund í Kringluni hjá Føroya Tele í Hoyvík. Har ein nýggj kanning um dálkingar vandan var framløgd.
Tað sær út til, at teirra stríð nú endliga ber á mál. Eigarfelagið inni á Gøtu fekk nemliga lovað í kvøld av fleiri býráðslimun, at orkustøðin ikki verður bygd, har sum ætlað. Hetta orsakað av nýggjari amerikanskari kanning.
Har vóru nógv fólk møtt upp til fundin og eisni vóru fleiri býráðslimir hjástaddir, teir tóku eisini orði. Har var lovað at eingin orkustøð verður bygt. Hetta grunda á eina amerikanska kanning um luftdálking, sum vísir, at útlátið frá Hitamiðstøðini er sera heilsuskaðiligt fyri fólk og umhvørvið.
Í mínari verð hevur støðan altíð verið heilt greið. Orkustøðin skal sjálvandi IKKI liggja har, sum upprunaliga ætlanin var at leggja hana. Kanningar eru longu gjørdar, sum vísa, at ein slík orkustøð kann hava skaðiligt umhvørvis- og heilsuárin bæði fyri vaksin og børn í økinum. Væl kvalifiserað serfrøði hevur longu staðfest, at útlátið frá eini slíkari orkustøð fer langt um markvirðið fyri loyvda dálking eftir nýggjum reglum í øðrum framkomnum londum.
Atlitið at menniskjum má raðfestast fremst
Ein dálkandi orkustøð hoyrir rætt og slætt ikki heima millum øll fólkini í Hoyvík. Staðsetingin hjá Fjarhitafelagnum av orkustøðini var gjørd fyri nógvum árum síðani, tá aðrar reglur fyri dálkingarmarkvirði vóru galdandi, men fyritreytirnar eru broyttar munandi síðan tá, tí vitanin um skaðaárinið av slíkum útláti er størri í dag. Tí er alneyðugt við nýggjari staðseting.
Eg fari tí sum formaður í byggi og bý, at heita á Tórshavnr kommunu, at finna eina aðra staðseting og fáa Fjarhitafelagið at finna eina nýggja loysn, sum er umhvørvisvinarlig og burtur frá búðseting og fólkum.
Eg fari eisini biða Tórshavnar býráð, um at heita á Umhvørvisstovuna, um at steðga við at gera fleiri kanningar.
Lat okkum vóna, at hesu býráðslyftir nú halda, nú býráðsval er í nánd. Mín støða er púra greið – nei til orkustøð sum granna.