Gamlir býráðslimir eru falnir, ella fingu eitt vánaligt val. Millum nýggju andlitini eru útróðrarformaður og landsliðsmálmaður Ùrslitið av valinum í Klaksvíkar Kommunu, kann ikki skiljast sum annað enn at veljarin hevur revsað gomlu býráðslimirnir, sum sótu fyri fíggjarliga standin í kommununi.
Av teimum 11 býráðslimunum í Klaksvík, eru ikki færri enn seks býráðslimir, ella gott helvtin, nývaldir
Listi A fær 1199 atkvøður og fimm býráðslimir
Teir eru:
Gunnvá við Keldu fekk 188 atkvøður.
Elsebeth G. Hansen 178, nývald
Óli M. Lassen, nývaldur við 159 atkvøðum
Aðunn Konráðsson nývaldur við fekk 143
Atli L. Justinussen við 130 atkvøðum.
Á fólkaflokslistanum stillaði Jákup Mikkelsen ikki upp. Men afturfyri fall Kristian Fríðrik Olsen, varaborgarstjóri við einum braki, tí hansara atkvøðutal fór niður í helvt og hann varð ikki afturvaldur.
Sambandsflokkurin fekk 324 atkvøðu og ein býráðslim, Hans Arna Bertholdsen, sum fekk 181 atkvøður.
C fekk 513 atkvøður og tveir býráðslimir:
Eyðgunn Samuelsen fekk 139 fekk. Eisini tað er ein stór afturgongd, tí seinast fekk hon 201 atkvøður
Nývaldur er Jákup Mikkelsen, kendur málmaður og hann fekk 107 atkvøður
Sjálvstýrisflokkurin fekk 295 atkvøður og tveir limir, Jógvan Skorðheim, nývaldur við 134 atkvøðum. Gamli býráðslimurin, Kristian Eli Zachariasen, fall.
Tjóðveldisflokkurin fekk 561 atkvøður. Steinbjørn O. Jacobsen fekk 170 og tað er ein stór afturgongd, tí seinast fekk hann 391 atkvøður.
Óluva Klettskarð er nývald við 131 atkvøðum
Steinbjørn O. Jacobsen sigur í stuttari viðmerking, at alt býráðið er revsað, men sjálvur er hann glaður










