Býráðslimir í Havn skulu fáa hóskandi løn

Arbeiðsbyrðan er nógv økt og nú skal ein óheft nevnd setast at endurskoða lønarviðurskiftini hjá borgarstjóranum og býráðslimum í Havn.

Lønin hjá býráðslimum í Havn er ikki nøktandi. Tað halda býráðslimir og tískil hevur býráðið nú samtykt at seta eina uttanveltaða nevnd at endurskoða lønarviðurskiftini. Eftir ætlan verður nevndin liðug við arbeiðið í heyst.

 

Annars varð málið eisini til viðgerar á seinasta býráðsfundi, men tá varð tað tikið av skrá, tí tað var ikki nóg væl lýst. Tá var ikki talan um at seta eina nevnd at endurskoða lønina, men nú tey hava viðgjørt málið nágreiniligari, eru tey komin eftir, at tað er tað er rætt at lata eina uttanveltaða nevnd endurskoða lønarviðurskiftini og gera eitt tilmæli um, hvussu lønin skal vera. 

 

Endamálið við nevndini er kanna um lønin er hóskandi, tá ið hugsað verður um arbeiðsøkið, ábyrgdina og tignina hjá býráðslimum.

 

Í sambandi við, at alsamt fleiri uppgávur eru lagdar føroysku kommununum at umsita, er arbeiðsbyrðan og ábyrgdin hjá býráðslimum munandi størri enn hon hevur verið.

 

Annika Olsen, borgarstjóri, vísir á, at í sambandi við arbeiðið at endurskoða lønirnar hjá landsstýrisfólkum og tingfólkum, hevur tað verið ein óheft nevnd, sum hevur gjørt arbeiðið.

 

Og eftir at hava hugsað seg um, heldur hon, at tað er eisini tann rætti mátin í sambandi við lønirnar hjá býráðslimum, so at tað ikki vera býráðslimirnir sjálvir sum áseta, hvørja løn teir skulu fáa.

 

Tann uttanveltaða nevndin skal arbeiða út frá hesum fortreytum, at:

– Lønin hjá býráðslimum skal vera í samsvari við ábyrgdina og tignina hjá teimum.


– Býráðslimir skulu fáa eftirløn av lønini.

– Borgarstjórin skal lønast á sama hátt sum landsstýrisfólk ella løgmaður.

– Arbeiðsumstøðurnar hjá býráðslimum annars, eiga at verða broyttar.

 

Annika Olsen sigur, at tað gamla var, at longu eftir at hava sitið í átta ár fingu løgmaður og landsstýrisfólk fulla eftirløn. Tann skipanin varð mett at vera so gylt, at hon átti at verið broytt. Og tað varð hon eisini, so nú fáa løgmaður og landsstýrisfólk vanliga eftirløn, akkurát sum øll onnur. Men afturfyri varð sjálv lønin hækkað nokk so fitt.

 

Hon sigur, at ætlanin var at lønin hjá borgarstjórum skuldi fylgjast við lønini hjá løgmanni og landsstýrisfólkum, men hóast teirra er broytt, eru borgarstjórar framvegis løntir eftir gomlu skipanini, har hann fær fulla eftirløn eftir bara átta ár í sessunum.

 

Hon heldur eisini, at tað gongur sjón fyri søgn, hvussu nógv, býráðslimir hava at gera, tí teir noyðast úr sínum borgarliga starvi í heilum í sambandi við býráðsarbeiði, og tað kann verða ein dýr søga hjá býráðslimum. Býráðslimir fáa heldur ikki eftirløn av síni samsýning.

 

Eisini tey í minnilutan taka undir við at ein nevnd verður sett, tí býráðslimir eiga at fáa eina rímiliga løn.