Býráðslimir eru ov veikir

KIRKJA Á ARGJUM Býráðslimir hava fleiri ferðir samtykt, at nýggj kirkja á Argjum skal byggjast við Sandá, men mótmælisfólk hava fingið býráðslimir at koppa á, sigur tann eini býráðslimurin, Jan Christiansen

- Býráðslimir eru alt ov veikir!
Tað er niðurstøðan hjá Jan Christiansen, býráðslimi, nú Býráðið enn einaferð skal viðgerða spurningin um, kirkjuráðið á Argjum skal sleppa at byggja nýggja kirkju við Sandá.
Jan Christiansen vísir á, at býráðslimir hava fleiri ferðir samtykt, at kirkjan skal byggjast millum Støðlagøtu og Sandá og býráðið hevur enntá samtykt at selja kirkjuráðnum hetta ávísa stykkið til endamálið.
- Málið hevur fingið eina serstakliga løgna viðgerð í býráðnum, sigur býráðslimurin.
Fyrst hevur byggi og býarskipanarnevndin einmælt samtykt at kirkjan skal staðsetast við Sandá og at broyta byggisamtyktina, so at tað kann lata seg gera.
Hetta var síðani staðfest av einum einmæltum býráði.
Síðani hevur fíggjarnevndin einmælt samtykt at selja kirkjuráðnum á Argjum hetta ávísa stykki til at byggja kirkju á.
Men tá ið talan er at selja kommunala ogn, skal tað fyri býráðið og tað kom hetta málið eisini.
Og tá samtykti býráðið enn einaferð einmælt at selja kirkjáðnum stykkið.

Slingur í valsin
Men so kemur málið so fyri býráðið einaferð afturat at samtykkja, at broyta byggisamtyktina fyri hetta ávísa stykki, so at kirkja kann byggjast har.
- Og tá er tað, at slingur kemur í valsin, tí á tí býráðsfundinum møttu nøkur fólk, sum vóru ímóti at staðseta kirkjuna har.
- Og tá hendi tað løgna, at býráðslimir reistu seg upp, kropp av kroppi at mæla frá at byggja kirkjuna har, tí hesin grøni bletturin skuldi varðveitast.
Tað er so endað við, at biðið varð um at fáa málið fyri aftur í byggi- og býarskipanarnevndini og har liggur so málið nú.

Veikleikatekin
Jan Christiansen ivast ikki í, at tað vóru hesi mótmælisfólkini, sum fingu býráðslimir at skifta meining.
Men hann heldur eisini avgjørt, at hetta er eitt veikleikatekin hjá býráðslimum, at teir ikki klára at standa við sína støðu, hóast ein ávís ónøgd tekur seg upp.
Hann heldur enntá, at hetta er eitt veikleikatekin fyri fólkaræðið og ger tað ótrygt at vera borgari í Havn, tí býráðið er ikki altíð at líta á.
Sjálvur heldur hann, at ein kirkja er eitt hábærsligt og stórfingið hús, sum er eitt kennimerki fyri eitt pláss.
Og hann hevur altíð hildið, at kirkjan stendur serstakliga væl á stykkinum ímillum Støðlagøtu og Sandá.
- Og tað haldi eg framvegis, leggur hann afturat.
Vit hava fleiri greinar í blaðnum um sama evni.