Býráðskafé í Sólarmagn

Jógvan Arge, Tórshavn, valevni á Lista E
-----

Listi E bjóðaði sunnudagin til býráðskafé í Sólarmagn á Velbastað, húsinum hjá ungmannafelagnum fyri Kirkjubø og Velbastað.
Kjakið var lívligt, og fólk vildu vita, hvat Listi E ætlar at gera fyri at dagføra viðurskiftini í bygdunum heimanfyri. Bygdavegurin á Velbastað og bakkin í Kirkjubø komu í fokus.
Eins og fundarfólkið hildu valevnini lítið um bygdarvegin á Velbastað, sum eisini er skúlavegur. Onkur helt hann vera ljósár frá null-hugsjónini í nýtíðar ferðslutrygdarpolitikki og mælt varð til at fáa vegin gjørdan av nýggjum. Hann er upprunaliga rossavognavegur.
Bakkin í Kirkjubø varð eisini umrøddur. Har máast meir og meir niðan undir vegin við Múrin og av verjuni undir kirkjuni. Semja var um, at slík mál eiga ikki at enda í ongum. Kommunan eigur at skorða á, at nakað verður gjørt við hetta. Verður bakkaverjan ikki hildin, so hendir skaði, sum ikki bøtist aftur í Føroya ríkasta fornminni.
Bussleiðin var annað mál á skránni. Ymsar stillingar vóru ynskiligar, og eitt sindur av koyring um vikuskiftini hevði komið væl við. Nevnt varð, at tær týdningarmestu gøturnar áttu at verið betri upplýstar.
Vetrarfriðing var hildin at vera neyðug, um enn hon kostar nógv. Tað hevði ikki verið verri, um bøurin fekk frið fyri seyði um summarið eisini, varð tikið til. Onkur helt fyri, at seyðurin fer heldur tíðliga av bønum, so tú sært nóg illa smálombini spæla.
Hundafriðing var eisini spoyskliga borin upp á mál. Alt ov nógvir leysir hundar millum hús og stundum í haganum við. Fólk tora ikki út fyri hundum og tey illneitast inn á hundalort allastaðni, men lítið verður gjørt við tað.
Hvussu sær fólkið vestanfyri bygdirnar í framtíðini, varð spurt.
Svarað varð, at broytingin hevur verið stór seinastu árini. Á Velbastað verður bøurin mestsum ikki sligin longur, og bóndur eru farnir aðrastaðni við sínum virki. Velbastaður er partvís búnaðarbygd enn, men als ikki í sama mun, sum tá hon var búnaðarbygd burturav.
Fólkatalið heimanfyri er vaksandi. Miðalaldurin í Kirkjubø og á Velbastað er 34 ár, og børnini í Velbastaðar skúla eru 55 í tali. Skal stígur ikki koma í fólkatalið, ræður um hjá kommununi at veita fólkinum neyðugar tænastur og slóða fyri, at fleiri kunna setast í búgv har, var boðskapurin frá fundarfólkinum.
---