Býráðsfundur í kvøld

Nógv mál verða viðgjørd á býráðsfundunum í kvøld. M.o., málini um nýggjan býararkitekt og kálkskannaran á Landssjúkrahúsinum.

Býráðsfundur verður í kvøld klokkan 18.00 í Havn. Fundast verður í stóra salinum á Sjómansheiminum, har seks høvuðsmál verða viðgjørd.

Nú tørvur er á 9. kommunulæknanum í Havn, verður mælt til at byggja tvær læknaviðtalur aftur at í Gundadali. Kommunulæknarnir í samstarvsnevndini taka undir við ætlanini, og fíggjarnevndin hevur samtykt at farast skal undir fyrireikingarnar beinanvegin.

Tórshavnar Býráð ætlaði at veita foreldrum at børnum, ið ikki eru í kommunalu ansingarskipanini, fíggjarligan stuðul. Lógardeildin í Tinganesi boðaði tó frá, at ongin heimild er til ætlaðu veitingarnar. Ístaðin verða tær 600.000 krónurnar, ið vórðu settar av til stuðulsætlanina, eftir øllum at døma nýttar til nýggja barnagarðin í Vesturbýnum og til menning av dagrøktini.


Íbúðir, arkitektur og fíggjarætlan

Triðja málið á býráðsfundinum, er viðgerð av umsóknum frá Høgna Mikkelsen og Húsalánsgrunninum um at sleppa at byggja 56 nýggjar íbúðir á Berjabrekku. Byggi- og býarskipanarnevndin fer undir samráðingar við umsøkjararnar um t.d., hvussu nógv íbúðirnar fara at kosta. Áðrenn málið kemur fyri á býráðsfundinum í kvøld, skuldi fundur vera í fíggjarnevndini um málið.

Gunnar Hoydal hevur sagt seg úr starvinum sum býararkitektur í Havn. Søkt hevur verið eftir øðrum fólki í hansara stað. Fyrra umsóknarfreistin var úti 21. juni, og inn komu 3 umsóknir. Hildið varð, at tríggjar umsóknir eru ov fáar, og tí varð søkt umaftur. Umsónirnar vórðu nú tvífaldaðar, og væntandi verður nýggi býararkitekturin funnin millum hesar 6 umsøkjararnar. Nýggja starvið verður leyst við ársbyrjan.

Fíggjarætlanin fyri 2000 hevur verið í nevndunum til viðgerðar. Tær eru nú lidnar at viðgera uppskotnu karmarnar, og nevndarniðurstøðurnar verða nú lagdar fyri býráðsfundin.


Kommunalt kálk

Seinasta málið á býráðsfundinum í kvøld, er um hin nú so víðgitna kálkskannaran á landssjúkrahúsinum. Hetta tól, sum flestu føroyingar hava eina hugsan um, verður nýtt til at staðfesta møguliga avkálking í beinagrindum. Leigaði skannarin fer av aftur landinum, um 500.000 krónur ikki verða fingnar til vega. Ingi Mohr, býráðslimur, hevur skotið upp, at Tórshavnar kommuna rindar fyri skannaran. Fíggjarnevndin vildi ikki ganga umsóknini á møti. Hildið varð ikki, at talan er um kommunala uppgávu. Ingi Mohr kravdi síðani , at málið verður lagt fyri býráðsfund. Og tað verður tað í kvøld.