Býráðsfund útsettur

Fyrsti regluligi býráðsfundurin hjá nývalda býráðnum í Klaksvík skuldi verða týskvøldið, men á middegi varð hann avlýstur. Orsøkin verður søgd at verða, at nøkur praktisk viðurskifti forðaðu fyri, at fundurin kundi haldast.
Býráðsfundurin er útsettur í nakrar dagar, og lýst verður, tá ið hann verður hildin.