Hildur Eyðunsdóttir
Býráðslimur fyri Tjóðveldisflokkin í Tórshavnar kommunu:
?????????????
Býráðspolitikkur í størri kommununum er eins nógv flokkspolitikkur sum landspolitikkurin, og tað eigur hann eisini at vera.
Vit skifta ikki yvir í vinstru síðu tá vit koyra av landsvegi inn í bygt øki, og líka lítið skifta vit politiska hugsjón tá vit flyta okkum av einum politiskum palli til annan.
Tað er ikki óvanligt at hoyra fólk siga, at býráðsval er meira persónligt enn løgtingsval, við tí grundgeving, at býráðsarbeiði er ikki so politiskt sum løgtingsarbeiði. Tað er óiva rætt, at tað hevur verið so, og er tað enn í teimum smærri kommununum, men hetta er ikki í sama mun galdandi í Tórshavnar kommunu. Kommunurnar í Føroyum eru, í stóran mun, á veg til at fáa sama leiklut sum í hinum Norðanlondunum, har tað í størri mun eru kommunurnar og ikki landið, sum røkja tær uppgávur sum beinleiðis viðvíkja borgaranum. Landsmyndugleikarnir stinga tær stóru linjurnar út í kortið, og seta kommununum lógarkarmar at virka eftir, men innan hesar karmar er tað í stóran mun upp til kommunurnar sjálvar, at gera av hvussu tær loysa uppgávurnar. Og tað er fyri ein stóran part hesar avgerðir, hesin politikkur, sum borgarin merkir í gerandisdegnum.
Leikluturin hjá tí almenna
Eins og í landspolitikkinum, eru tað í kommunalpolitikki ymiskar áskoðanir um hvønn leiklut tað almenna skal hava. Summi meina, at tað almenna skal hava so lítlan leiklut sum møguligt, og heldur lata tað upp til borgararnar og tann privata marknaðin at loysa uppgávurnar. Onnur halda, at tað almenna skal verða virki og tryggja øllum borgarum tænastur á samhaldsføstum grundarlagi.
Soleiðis eru vit øll við til at fíggja t.d. barnaansingarøkið yvir skattin, uttan mun til um hin einstaki hevur børn ella ikki, á sama hátt sum vit øll gjalda fyri almenn parkeringspláss, svimjuhylar og burturbeining av vespum.
Hetta nýtist sjálvandi ikki at vera so. Tað hevði eisini borið til at goldið brúkaragjald fyri nógvar almennar tænastur og kommunan kann eisini velja um hon skal reka tænastuna sjálv ella leggja hana út til privat vinnurekandi at reka, tó fíggjað við skattakrónum. Hetta eru, fyri stóran part hugsjónarlig val, og so hvørt sum øki verða løgd út til kommunurnar, fer hugsjónarpolitikkurin at gerast alt meira sjónligur, eisini kring landið.
Men longu í dag hevur hugsjónarpolitikkurin, flokkspolitikkurin, nógv at siga. Um tú heldur tað hava týdning at hava eina vælútbygda almenna ferðslu, so mást tú velja flokkar og politikkarar sum leggja dent á almenna ferðslu.
Á sama hátt er tað ein politisk og hugsjónarlig avgerð, um býráðið skal seta krøv til bygging fyri at tryggja ávíst støði, ella um hvør byggiharri skal sleppa at gera sum hann vil, eins og tað mangan tykist í dag. Tað eru eisini politiskar avgerðir, sum gera av, um vit hava eina nóg væl mannaða umsiting, um vit leggja í at arbeiða virki við umhvørvispolitikki, bústaðarpolitikki, sosialpolitikki o.s.fr.
Tórshavnar kommuna hevur eina fíggjarætlan sum javnvigar við knappa hálva milliard. Her eru hundraðtals milliónir krónur sum verða raðfestar í kommununum eftir politiskum hugsjónum. Og hví ikki. Eg haldi tað er løgið at hugsa sær, at flokkar sum brenna fyri einum hvørjum øki í landspolitikki, skuldi slept endanum tá sama øki verður viðgjørt í kommununum.
Kommunalur vinnupolitikkur
Fyrr vóru kommunurnar ógvuliga virknar í vinnupolitikki, alt ov virknar. Tær áttu í flakavirkjum og skipum, og royndu á tann hátt at skapa livilíkindi í kommununum. Tað ber ikki til longur. Kommunurnar leiklutur í dag er heldur, at skapa karmar fyri einum góðum vinnulívi. Eisini á hesum øki eru flokkar og politikkarir ójavnir á máli um, hvønn leiklut kommunan skal hava, og hvørja vinnuliga menning birtast skal uppundir. Tjóðveldisflokkurin meinar, at ein tann besta vinnuliga menningini fæst í býum har fólkið trívist. Tað vil siga at býurin skal skipast menninskjaliga, hugnin skal ikki víkja fyri virkjum, og fótgangarir og súklandi skulu ikki kroystast burtur av tungari ferðslu. Men ein livandi býur er eisini ein virkin býur. Sjálvandi skal vinnan hava góðar karmar, men vit skulu tora at seta vinnuni krøv, og vit skulu hava dirvi altíð at leggja stórsta dentin á trivnaðin.
Tað er tí í øllum býráðspolitikki ein spurningur um hvønn leiklut tað almenna skal hava. Borgarligu flokkarnir halda fyri, at tað er vinnulívið sum heldur øllum samfelagnum uppi, og at vit øll liva av teimum sum taka aktivan lut í vinnuni. Eg haldi ikki tað er heilt so einfalt. Heldur er tað so, at vit øll liva og mennast saman og hava øll gagn av hvørjum øðrum. Tað er ikki av tilvild, at Norðurlendsku vælferðarsamfeløgini eru tey sum hava besta búskapin, og fremstu vinnuligu menningina. Tí hava vit eisini sæð, at vinnulívið setur krøv til kommunurnar um t.d. at fáa dagstovnapláss, so foreldrini kunna sleppa til arbeiðis. Og vinnan leggur seg har, sum trivnaðurin yvirhøvur er bestur. Har sum arbeiðsfólk fáa møguleikar at búgva sum tey ynskja, har sum barnaansingarøki er væl skipað, við tørvinum hjá barninum í sentrum, har sum skúlarnir eru góðir og vælútgjørdir, har sum mentunarlívið hevur góðar karmar at mennast, har sum góðir karmar eru fyri frítíðarvirksemi fyri bæði børn og ung, og har sum børn, vaksin og gomul kunnu ferðast trygg. Alt umstøður sum krevja politiska støðutakan.









