Fjarlestur
Eyðun Klakstein
Mynd Vilmund Jacobsen
Árni Joensen á Oyri tekur í løtuni útbúgving á Berklee musikkskúlanum í Boston. Ikki tí, at hann hevur skift Oyri út við amerikanska stórbýin, men tí hann umvegis fjarlestur er sloppin fram at kenda amerikanska skúlanum.
Hann tekur í løtuni fyrsta part av eini útbúgving í ljóðblandi og mastering – Mixing And Mastering. Útbúgvingin tekur tríggjar ferðir 14 vikur, og øll útbúgvingin verður tikin umvegis internetið.
- Eg havi altíð hildið, at tað besta er at sita á einum skúlabeinki og læra, men tað haldi eg ikki longur. Eg eri imponeraður av, hvussu væl tað ber til at taka útbúgving umvegis internetið, og eg havi rættiliga fingið hug at halda fram við hesum, sigur Árni Joensen.
Avger sjálvur
Undirvísingin á fjarlestrinum hjá Berklee gongur fyri seg á tann hátt, at Árni Joensen skal arbeiða sjálvstøðugt við ljóði, og hvørja viku skal hann avlevera eitt projekt, sum hann byggir víðari á. Í hansara føri er tað ein sangur, sum hann arbeiðir við og leggur afturat.
- Eg havi ein lestrarvegleiðara knýttan at mær. Hann fylgir við í tí, sum eg geri, og so er ein lærari knýttur at okkum, sum taka hetta skeiðið. Hvørja viku fái eg viðmerkingar frá læraranum, og tað eru detaljeraðar viðmerkingar um tað, sum eg havi gjørt. Eisini fái eg ein karakter hvørja viku, so eg veit, hvussu tað gongur, greiðir Árni frá.
Hvørt sunnukvøld skal uppgávan latast inn, og hon byggir á tað, sum Árni hevur lært ígjøgnum vikuna.
- Hetta er ein góður máti at taka eina útbúgving, tí eg kann avgera sjálvur, nær eg lesi og geri projekt, men tað er sjálvandi neyðugt at seta nakað av tíð av til hetta og at avlevera uppgávurnar til tíðina, sigur hann.
Heldur fram
Árni Joensen er í holt við fyrsta partin av útbúgvingini, og avger sjálvur, nær hann tekur restina, men ætlanin er avgjørt at halda fram við lesnaðinum.
- Eg vil gjarna hava eina útbúgving á hesum økinum. Eg havi fingist nógv við tónleik og ljóðbland og havi hildið meg vita alt, men eftir at eg eri farin undir hesa útbúgvingina, havi eg funnið út av, at eg havi vitað lítið, og tí er hugurin stórur at læra meira, sigur hann.
Hvørt skeiðið á útbúgvingini hjá Árna kostar umleið 8000 krónur, men tað krevst eisini, at hann hevur nakað av útgerð og forritum, sum skulu brúkast til útbúgvingina.










