Síðan MBM byrjaði sína framleiðslu í 1980 er nógv hent. Virkið er útbygt og umframt mjókaframleiðsluna eru nógv onnur produkt á marknaðinum í dag.
Búrøkt, sum er søludeildin hjá MBM í Hoyvík, er umframt fóðursøluna og verkstað eisini ein handil við øllum til bæði landbúnaðin og til vanligt arbeiðsbrúk.
Har er alt frá arbeiðsklæðum, amboðum og traktorum til leikur til børn sum t.d. smáir lastbilar, traktorar og gravimaskinur. Til tey sum hava húsdjór er eisini nógv ymsikt at fáa eins og útgerð til hestar og ross.
Búrøkt heldur til í nýggja bygninginum í Hoyvík, sum varð tikin í nýtslu í 2005. Í bygninginum, sum er í trimum hæddum, er umframt handilin eisini fóðurgoymsla, móttøka, søludeild, skrivstovur og umsiting.