Býráðið vitjaði FabLab

Við árslok í fjør varð Tina Grønbech Tausen sett sum leiðari fyri FabLab í Vági og síðani hevur verið arbeitt miðvíst fram ímóti at FabLab í Vági skal lata upp fyri almenninginum.

Ætlanin var, at FabLab í Vági skuldi lata upp í vár, men hendan ætlan varð darvað av korona-støðuni, men nú verður so miðjað ímóti at FabLab í Vági letur upp fyri almenninginum í september, greiddi Tina Grønbech Tausen frá, tá Vágs Býráð var á vitjan mánakvøldið, skrivar Vágs Kommuna á vagur.fo.

Hvat er FabLab?
FabLab er ensk stytting, ið stendur fyri Fabrication Laboratory. Við øðrum orðum er talan um eitt verkstað fyri skapandi fólk, har talgild og analog amboð eru til taks. FabLab eru um allan heim, og eru tey vanliga útgjørd við áleið somu útgerð og eru tað eisini krøv til útgerðina, fyri at gerast eitt altjóðað góðkent FabLab.

FabLab í Vági varð í februar góðkent sum eitt altjóðað góðkent Fabab, og varð hetta 2. góðkenda FabLab í Føroyum, hitt er á Miðnámsskúlanum í Kambsdali.

Umframt at verða eitt tilboð til næmingar í Vágs Skúla, so er ein av kjarnunum í FabLab eisini, at tey skulu verða opin fyri almenninginum, og soleiðis verður eisini við FabLab í Vágs Skúla – og verður meiri at frætta um hetta, tá FabLab letur upp í september, greiddi leiðarin býráðnum frá mánakvøldið, skrivar vagur.fo.

Tina vísti býráðnum runt í hølunum hjá FabLab í Vágs Skúla og greiddi frá, hvat tú kanst – og á FabLab í Vági kanst tú m.a.

  • Scanna og printa 3 dimensjónellar lutir.
  • Brenna í træ ella glas.
  • Lasarskera tunt træ ella pleksiglas.
  • Fresa (skera) lutir úr træi t.d. heilum bygningsplátum ella fínari træi.
  • Skera vinyltekningar út, so hesar t.d. kunnu klistrat uppá veg ella tól.
  • Trykkja tekningar á klæði v.m.
  • Prenta stórar plakatir til vegg ella standara.

Útgerðin í FabLab Vágur fevnir m.a um hesi tól:

  • 3D prentarar (Creality CR20 Pro + 2x MakerBot Replicator+)
  • 3D scanarar (EinScan)
  • Shopbot miðal stórur CNC fresari
  • Vinyl skerði (Roland GS-24)
  • Hitapressa til T-shirts
  • Stórur Lasar skerði
  • Elektronikk útbúnaður: Micro Bits og SparkFun Inventor´s Kits
  • Seymimaskina/Overlocker
  • Stórmynda prentari (Canon imagePROGRAF PRO-4100S)
  • Forma og stoypa tilfar (Mold & Cast)

Við til søguna um FabLab í Vági hoyrir eisini, at ein partur av útgerðini er latin sum gáva til Vágs Skúla og eru tað Margrét G. Scheving og Ásbjørn Óttarsson úr Íslandi, sum hava latið ymiska útgerð til Vágs Skúla. Lesast kann meiri um tað her.

FabLab í Vági er eisini at finna á Facebook og Instagram, og á heimasíðuni her.

##med2##

##med3##

##med4##