Býráðið vil yvirtaka ítróttahøllina

Menturnarnevndin hjá Tórshavnar Býráð hevur havt fund við feløgini um eina møguliga yvirtøku av Ítróttahøllini á Hálsi

Ítróttahøll


Tað er eingin loyna, at Ítróttahhøllin á Hálsi í Havn nú er um at vera heldur slitin.

Seinastu tíðina hava eisini verið røddir frammi, um at at stórar ábøtur eru neyðugar, og nú er eisini líkt til, at Býráðið av álvara er farið undir at finna eina loysn á málinum.


Okkurt má gerast

Ein møguleiki tykist vera, at Býráðið yvirtekur høllina, sum í dag er ein sjálvsognarstovnur, og at býráðið á tann hátt í størri mun stendur fyri høllini.

Kaj Leo Johannesen, formaður í menturnevnd býráðsins, sigur við Sosialin, at tey mikukvøldið høvdu ein fund við feløgini, har tey greiddu frá, hvørjar ætlanir mentunarnevndin hevði í so máta.

- Tað vórðu ongar avgerðir tiknar á fundinum. Tað var meira soleiðis, at vit settu feløgunum ein fyrispurning um, hvussu ein slík yvirtøka kann fremjast, og síðani fara tey at viðgera hetta á aðalfundum sínum, sigur Kaj Leo Johannesen.

Hann vísir á, at eftir teirra tykki er tað skilabest, at ábyrgdin fylgir fíggjarliga partinum, og tá tað kortini er býráðið, sum skal gjalda, so kundi hetta verið ein loysn.

- Høllin er í dag í sera ringum standi. Tað sært tú, tá hondbóltsdystir og aðrir dystir verða leiktir, og bara tað at tetta hana fer at kosta einar fýra til fimm milliónir. Skal høllin so eisini svara tíðarkrøvunum, verður talan um munandi meira pening, sigur formaðurin, sum annars heldur, at høllin sjálvandi eigur at liva upp til navnið - Tórshavnar Ítróttar- & samkomuhøll.


Missa einki

Ein spurningur, sum ivaleyst er frammaliga í huganum hjá feløgunum í hesum, er, hvørt feløgini framhaldandi kunnu varðveita síni rættindi í høllini, um hendan verður beinleiðis ogn hjá Býráðnum.

Til hetta sigur Kaj Leo, at tað sjálvandi er sera týdningarmikið, at feløgini, sum jú hava lagt lunar undir høllina, framvegis halda síni rættindi.

- Tað verður ógvuliga torført at taka nakrar hallartímar frá teimum, og hetta skal heldur ikki henda.

Verður talan um eina slíka loysn, kunnu feløgini kanska eisini fáa eina kærkomna gávu frá Býráðnum. Tó at formaðurin í mentunarnevndini ikki vil lova nakað, so tykist tað ikki óhugsandi, at hallarleigan møguliga kundi verðið niðursett eftir eina møguliga yvirtøku.

- Hallarleigan kom í sínari tíð fyri at høllin kundi mala runt fíggjarliga. Nú skal eg ikki fara at lova nakað sum helst, men tað má eisini verða eitt mál, at ítróttafeløgini skulu sleppa at hugsa um tað ítróttalliga og tað sosiala í feløgunum, heldur enn at nýta alla orkuna upp á at fáa fíggjarliga partin at hanga saman, sigur Kaj Leo Johannesen at enda.

Akkurát nær, hvussu ella um yvirhøvur ein møgulig yvirtøka skal fara fram, er sostatt ikki greitt enn. Sum sagt, so var talan í fyrsta umfari um ein fyrispurning frá Býráðnum, og væntandi ganga einir tveir mánaðir, áðrenn nakað meira hendir við málinum.