Fleiri meiningar munnu vera um tað. Seinasti býráðsfundur var eitt langt talandi dømi um, at fólk ikki altíð kunna kenna seg trygg við Tórshavnar Kommunu og Tórshavnar Býráð. Í summum førum sær út til, at alt ber til uttan mun til, hvørjar reglur og samtyktir eru galdandi.
Í dag skal eg nevna eitt málunum frá býráðsfund-inum. Kanska koma fleiri seinni.
Minnilutin hevði kravt eitt mál um reglugerð fyri politiska/fyrisitingarliga mannagongd í kommunalum byggimálum fyri býráðið. Annars hevði tað longu verið sett í verk eftir eina skalluta viðgerð í fíggjarnevndini.
Uppskotið gongur beint ímóti andanum í kommunulógini, hvørs skaparar hava lagt dent á, at opinleiki og gjøgnumskygni skal vera í kommununum til tess, at borgararnir kunna fylgja við tí, sum hendir.
Her varð løgd fram ein reglugerð, sum miðaði ímóti at halda sjálvt býráðið púra uttanfyri viðgerðina av kommunalum byggimálum. Fyrisitingin skuldi fyrireika málini, og síðani skuldu tey antin í t.d. mentamálanevndina ella sosialu nevnd til avgerðar og avgreiðslu.
Her var ongin regla um, at býráðið, sum hóast alt skuldi verið evsta vald í kommununi, skuldi vera við í viðgerðini.
Vit fáa tað ikki til annað enn, at hetta er eitt uppskot, sum koplar evsta valdið í kommununi burtur úr týðandi málum og flytir allar heimildir til fyrisiting og nevndir hjá býráðnum.
Tað vil aftur siga, at ætlanin er, at bara ein minniluti av býráðslimum, skal vera við til at viðgera kommunal byggimál og taka endaligu avgerðirnar um, at arbeiðini skula gerast, hvussu tey skula gerast, hvør ið skal gera tey og fyri hvussu nógvar pengar.
Kommunalar byggingar kunnu vera sera stór mál. Tað kann vera ein heilur skúli fyri tíggjutals milliónir, tað kann vera eina barnagarður fyri einar 10-15 milliónir, tað kann vera eitt eldraheim fyri nógvar milliónir, og tað kann eisini vera stór og dýr havnarbygging.
Sambært uppskotinum til reglugerð er ætlanin, at endaligar avgerðir um slík framtøk á trivnaðarøkinum skula ikki leggjast fyri býráðið, men orðnast í fyrisiting og nevndum.
Tað eru vit í tjóðveldisflokkinum grundleggjandi ímóti.. Vit hava ta principiellu støðu, at øll mál av týdningi skula fyri býráðið, so almenningurin hevur høvi at fylgja við. Tað eru bara sjálvir býráðsfundir-nir, sum eru almennir, meðan nevndarfundir eru afturlatnir.
Vit hava eisini ta prinsipiellu støðu, at mál, sum snúgva seg um týðandi kommunalar byggingar eiga at koma til umrøðu og avgerðar í býráðnum. Vit halda, at peninganýtsla í stórum mongdum til stór kommunal átøk eigur at verða staðfest í sjálvum býráðnum, áðrenn pengarnir verða brúktir.
Tað er í lagi, og tað er skilagott at gera íløguætlanir frammanundan og á hvørjum ári marka so og so nógvar milliónir til tey økini, sum tær ymsu nevndirnar vara av, men tað má vera eitt minstakrav, at sjálvt býráðið sum evsta vald í kommununi staðfestir konkretar byggiætlanir og peninganýtsluna, sum fer til tær.
Hvat sita vit annars í býráðnum til?
Vit varða av áhugamálum og skattapengum borgaranna.