Tórshavnar býráð hevur leingi arbeitt við ætlanunum um eitt røktarheim yviri við Strond. Upprunaliga varð ein kapping um projektið útskrivað, og ein donsk akritektafyritøka vann hesa kapping. Men prísurin var einki at rópa hurrá fyri, umleið tvær milliónir krónur fyri hvørja búeind.
Síðani tað hava fleiri teknistovur verið frammi við nýggjum verkætlanum, har prísurin varð skorin niður í helvt. Onkur av hesum verkætlanum hevur verið umrødd her í blaðnum áður.
Heðin Mortensen, borgarstjóri, hevur alla tíðina víst á, at sum tíðirnar eru, megnar kommunan ikki sjálv at fremja hesa byggingina.
- Sjálvt um vit ofta hava tikið uppgávurnar hjá landinum á okkum, so eru fíggjarligu líkindini í dag soleiðis, at vit ikki megna hesa byggingina einsamallir, hevur Heðin Mortensen áður sagt í Sosialinum.
Í síðstu viku frættist so, at Rósa Samuelsen, almannamálaráðharri, á fundi við borgarstjóran í Havn hevði lovað Heðini Mortensen, at hon vildi syrgja fyri, at kommunan fekk stuðulin, sum lógin ásetur, um farið verður undir at byggja røktarheim í kommununi.
Staðfestur tørvur
30. apríl í ár hevur løgtingið samtykt nýggja lóg um studningslán til bygging av ellis- og røktarheimum, sum heimilar kommununum at fáa upp til 50% av byggikostnaðinum í stuðli, tó í mesta lagi 700.000 krónur fyri hvørt búfólk.
Lógin áleggur Almannamálaráðnum at viðgera umsóknirnar við grundarlagi í tørvinum á eldrabúplássum í økinum.
Tørvurin á røktarheimsplássum í Suðurstreymi fer sambært hagtalsmetingum hjá Hagstovuni helst at økjast í framtíðini. Sum er, eru 145 persónar visiteraðir til eldrabústovn, og av teimum hava umleið 75 bráðneyðugan tørv.
Almannamálaráðið hevur í skrivi til KSF og FKF (kommunufeløgini) heitt á kommunurnar um innan 1. juli at koma við umsóknum um stuðul til røktarheimsbygging.
Sambært meting, sum teir báðir samgonguflokkarnir í Tórshavnar býráð hava gjørt, eigur kommunan at byggja røktarheim til 64 búfólk, treytað av, at landið veitir stuðul til helvtina av byggikostnaðinum.
Boðanesheimið
Sosiala nevnd mælti eftir fund tann 9. juni til, at søkt varð um stuðulslán til bygging av 64 búeindum yviri við Strond.
Samstundis varð heitt á umsitingina at gera eina byggiskrá til ætlaða røktarheimið og at játtaðar vórðu 200.000 krónur til hetta endamál.
Fíggjarnevndin samtykti 17. juni at mæla býráðnum til at taka undir við sosialu nevnd.
Á býráðsfundinum í gjárkvøldið vóru tað bert Halla Samuelsen, forkvinna í sosialu nevnd, og Inga Dahl, ið var á fundi fyri Jan Christiansen, ið tóku orðið.
Halla Samuelsen heitti á allar býráðslimir um at taka undir við tilmælinum, meðan Inga Dahl heitti á býráðið um at geva heiminum eitt navn, so tað slapst undan ivamálum, tá heimið verður umrøtt.
Tað kom eisini fram, at Jógvan Arge longu hevur skotið upp, at heimið verður nevnt Boðanesheimið, og tað tóktist, sum býráðslimir dámdu væl hetta heiti.
Heðin Mortensen, borgarstjóri, vísti á, at tað er umráðandi, at fáa sent umsóknina inn áðrenn tíðarfreistin er úti, tí fleiri aðrar kommunur – eitt nú Vágs og Klaksvíkar kommunur – hava boðað frá, at tær ætla at fara undir eldrabygging í nærmastu framtíð.
Halla Samuelsen, forkvinna í sosialu nevnd, fegnast um, at uppskotið varð einmælt samtykt.
- Tað fløvar at kenna, at alt býráðið er samt um hesa ætlanina, sigur Halla Samuelsen.