Schumann Hjaltalin,
býráðslimur, valevni fyri Sambandsflokkin
Familjan ella heimið eru karmar um eitt trygdarnet hjá barninum og foreldrunum og øllum teimum, sum búleikast innanfyri teir fýra vegginar.
Um so er, at tann einstaka familjan ella heimið ikki hevur tað gott, so hevur býráðið tað heldur ikki gott. Tórshavnar býráð er samansett at øllum hesum smáu samfeløgunum í kommununi.
Um familjan hevur tað gott ella ringt, kann ikki bert setast upp um inntøkan er høg ella lág, men hvussu trygdin er í tí einstaka heiminum.
Av tí at kommunan veksur ógvuliga skjótt hava vit í dag eitt ógvuliga stórt trýst á barnaansingarøkinum, sethúsaøkinum og eldraøkinum. Umsóknir hjá býráðnum í dag til bústað eru 180. Ansingar-tørvurin er umleið 350 umframt at stórur tørvur er á eldrarøkt.
Fyri at hjálpa uppá nenda tørv hevur býráðið longu nú gjørt eina ætlan, sum skal loysa trupuleikan. Býráðið hevur gjørt eina ætlan fyri Hoyvíkshagan. Henda verkætlan fevnur um umleið 40 randarhús, 55 grundstykki á 500 m2, og 65 grundstykki á 300 m2 umframt øki til barnaansingarstovn, skúla og eldrasambýli.










