Starvsfólkapolitikkur
Tórshavnar Býráð hevur nú slakað og starvsfólkið í býráðnum sleppur nú aftur til lækna og at fylgja líkið, uttan at verða drigin í løn.
Men nú skal støðan kannast nærri og so venda tey aftur til málið.
Tað var úrslitið av einum fundi, sum 11 fakfeløg høvdu við býráðið seinnapartin hósdagin
Fakfeløgini høvdu sett býráðnum knívin á barkan eftir at býráðið av sínum eintingum hevur sett reglar í gildi fyri privatum ørindum hjá starvsfólki í arbeiðstíðini.
Tær reglarnar søgdu, at hereftir skulu starvsfólk ikki kunna fara til lækna, ella tannlækna í arbeiðstíðini, uttan at verða drigin í løn.
Samstundis sleppa tey bara at fylgja sínum allarnærmastu til gravar, uttan at verða drigin í løn.
Brot á sáttmálan
Hetta fekk ilt í fakfeløgini. Tey hava einki ímóti, at greiðar reglar eru fyri starvsfólkið hjá býráðnum.
Men tey siga, at tað er brot á sáttmálan og á avtalur at býráðið av sínum eintingum setir reglar í gildi, uttan at samráðast við Starvsfólkið.
? Vit viðurkenna tí rættin hjá Tórshavnar kommunu innan fyri hesar karmar og innan fyri vanliga rímiligheit at gera regluferð fyri, hvussu privat ørindi hjá starvfólkinum skulu avgreiðast í arbeiðstíðini, siga fakfeløgini.
Hinvegin vísa tey á, at í mong ár eru starvsfólkini ikki drigin í løn, tá tey hava verið til jarðarferð, hjá lækna, tannlækna og líkandi ørindi í arbeiðstíðini.
? Hesi viðurskifti eru tískil ein partur av galdandi sáttmálagrundarlagi, bæði millum Tórshavnar kommunu og tað einstaka starvsfólkið og millum kommununa og undirritaðu verkafeløg, sum stilltigandi og útfyllandi partur av sáttmálunum.
Og tey 11 feløgini, sum talan er um, eru: Starvsmannafelagið, Føroya Pedagogfelag, Havnar Arbeiðsmannafelag, Havnar Arbeiðskvinnufelag, Føroya Byggifrøðingafelag, Felagið Føroyskir Sjúkrarøktarfrøðingar, Føroya Verkfrøðingafelag, Búskapar- og Løgfrøðingafelag Føroya, Magistarafelag Føroya, Havnar Handverkarafelag og Føroya Lærarafelag.
Býráðið slakaði
Fundurin var seinnapartin hósdagin og úrslitið av tí fundinum var, at býráðið mástti taka reglarnar aftur.
Fyri fyrst í hvussu so er.
Sostatt sleppur starvsfólkið aftur at fylgja og at fara til lækna, uttan at missa løn.
Reglarnar eru tiknar aftur í eina viku. Og hendan vikan skal brúkast til at fáa staðfest, um talan er um brot á sáttmálan og um talan er um brot á galdandi siðvenju, sum býráðið ikki kann broyta.
Partarnir skulu so hittast aftur 16. februar.
Carita Bjørklund, forkvinna í pedagogfelagnum, sum er ein fakbólkur við nógvum fólki í starvi hjá býráðnum, er væl nøgd við fundin.
Hon ivast ikki í, at niðurstøðan verður, at talan er um sáttmálabrot og brot á galdandi siðvenju, sum Tórshavnar Býráð ikki kann setast í gildið av sínum eintingum.
Tí ivast hon heldur ikki í, at reglarnarverða ikki settar í gildi aftur. Og hon ivast heldur ikki í, at verða nýggjar reglar settar í gildi fyri starvsfólki, verður tað ikki gjørt, uttan at tað verður í samráð við starvsfólkið.