Mentamálanevndin hjá Tórshavnar Býráð hevur mælit býráðnum til at játta 400.000 krónur til gomlu margarinfabrikkina. Orsøkin til, at býráðið má traðka til er, at Almanna- og Heilsumálastýrið hevur boðað frá, at tað ikki longur kann veita hesa stuðulsupphædd til aktivering av ungdóminum í Havn.
Fíggjarnevndin skal í dag viðgera málið, og síðani kemur tað fyri á býráðsfuindi í kvøld, har tað væntandi verður samtykt.