Býráðið mælir til frávik

Ein meiriluti í Tórshavnar Býráði mælir til at gera frávik frá byggisamtyktini, so at byggingin av einum sethúsum úti í Bakka kann halda fram

 

Fyrr í summar fór ein maður undir at byggja eini sethús omaná eina neystagrund úti í Bakka í Tinganesi. Løgmansskrivstovan álegði tó býráðnum at steðga byggingini, til formligu viðurskiftini viðvíkjandi fráviki frá byggisamtyktini vóru fingin í rættlag.

Málið hevur nú verið fyri á býráðsfundi, og ein meiriluti í býráðnum samtykkir, at arbeiðið kann halda fram. Frávik er soleiðis gjørt í byggisamtyktini, tí tað er upprunaliga ikki loyvi at byggja á hesum staðnum.

Ein minniluti í byggi- og býarsamskipanarnevndini, Súrður Olsen og Bjarti Mohr, tóku undir við tilmælinum frá tekniska stjóranum og býararkitektinum, um at byggingin kann halda áfram, og at útsjóndin verður tillagað umhvørvinum í samráð við býararktitektin.

Jógvan Arge og Hildur Eyðunsdóttir halda ikki, at loyvi kann gevast til byggingina, uttan at broytingar verða gjørdar í byggisamtyktini, og tí skal málið fyri býráðið.

Mánakvøldið 10. september varð atkvøtt um tilmæli frá Sjúrði Olsen og Bjarta Mohr. Tað var samtykt við sjey atkvøðum fyri frá øllum samgongulimunum uttan Heðini Mortensen, sum ikki greiddi atkvøðu. Øll andstøðan atkvøddi ímóti.

Enn er málið tó ikki avgreitt. Tað skal fyrst leggjast fyri Løgmansskrivstovuna, sum skal góðkenna fráviki í byggisamtyktini, og tað skal eisini leggjast fyri almenningin.