Býráðið leggur fram samstarvsavtalu

Í morgin klokkan 10 fer nýggja samgongan í Tórshavnar býráð at leggja fram samstarvsavtaluna, sum er gjørd millum Javnaðarflokkin og Sambandsflokkin í Tórshavnar býráð.

 

Nýggjarsaftan klokkan 16 skrivaði nýggja samgongan endaliga undir samstarvsavtaluna, sum tey nevna »Býráðið fyri borgaran«.

– Í tí liggur vilji til samstarv, opinleika og álit. tað er tí okkara vón og ætlan, at komandi valskeið verður merkt at góum samstarvshuga og vilja til saman at røkka úrslitum, sum eru til gangs fyri borgarar í allari kommununi og femjandi fyri liviumsøðu og møgueikar hjá verandi og komandi ættarliðum av borgarum, skrivaði nýggi meirilutin nýggjársaftan.

Tíðindafundurin í morgin verður í býráðssalinum á Vaglinum.

Í nýggju samgonguni í Tórshavnar býráð eru Heðin Mortensen, Tróndur Sigurðsson, Kristianna Winther Poulsen, Kári Johansen, Súna Mørk og Bjørg Dam úr Javnaðarflokkinum og Annfinn Brekkstein úr Sambandsflokkinum.