Málið var fyri á fundi í havnanevndini í september mánaði í fjør. Nevndin samtykti tá at kommunan skuldi yvirtaka henda søguliga bygningin, sum sambært tingbókini er 376 fermetrar stórur.
Á fundi í fíggjarnevndini 9. februar varð samtykt at taka undir við havnanevndini, soleiðis at kommunan kundi yvirtaka ognina fyri 1,5 mió. kr.
Tá býráðið hevði málið til viðgerð í farnu viku, varð tað samtykt uttan atkvøðugreiðslu.
Á sama fundi varð eisini samtykt at keypa tað grótlaðaða neystið nærhendis. Hetta neystið er 69 fermetrar til støddar, og varð yvirtikið fyri 150.000 kr.