Býráðið ikki svarað nøktandi

- Landsstýrið vil hava Tórshavnar býráð at svara uppá punktini í kæruni, sum foreldrini at teim 22 børnunum, ið ikki sleppa í Venjingarskúlan eftir summarfrítíðina, hava sent um avgerðina og mannagongdina í málinum.

Málið við teim 22 smábørnunum, ið ikki sleppa í Venjingarskúlan í 1. flokk eftir summarsteðgin, gongur sína gongd. Síðst í mai kærdu foreldrini at børnunum avgerðina hjá Tórshavnar býráð um ikki at loyva børnunum í Venjingarskúlan til Landsstýrið. Landsstýrismaðurin í undirvísingarmálum, Signar á Brúnni, lovaði at viðgera málið skjótt og væl, men enn fyriliggur ikki endalig avgerð og svar uppá kæruna.

Landsstýrið hevur skrivað til Tórshavnar býráð og skúlaráð og biðið tey ummælt kæruna. Málið hevur ikki verið fyri á býráðsfundi, men býráðsformaðurin hevur svarað landsstýrinum aftur. Skúlaráðið hevur somuleiðis svarað Landsstýrinum.

Landsstýrið hevur eftir øllum at døma ikki verið nøgt við svarið frá býráðnum, tí í nýggjum brævi til býráðið skrivar Landsstýrið soleiðis: "Av tí at Undirvísingar- og mentamálastýrið saknar viðmerkingar av sjálvum kærupunktunum frá foreldrunum um innskriving í kommunalu skúlarnar í Tórshavnar kommunu í ummælinum, sum Undirvísingar- og mentamálastýrið hevur fingið eftir áheitan í skrivi dagfest 15. juni 1995 verður málið við hesum sent aftur við áheitan um at gera viðmerkingar sum skjótast til tey einstøku kærupunktini í skrivi dagfest 25. mars 1998 frá foreldrunum. Samstundis verður við hesum heitt á býráðið og skúlaráðið um í serligum skrivi at viðgera hølisspurningin á skúlaøkinum í kommununi". Undirskrivað Henzar Ellingsgaard.

­ Eg trúgvi, at Landsstýrið er ikki serliga fegið um hesa kæruna. Kæran gongur jú út uppá, at alt hevur ikki gingið rætt fyri seg, at skúladømini eru strikað uttan nakað, og annað, sigur Gunnvá Sandoy, foreldraumboð.

Býráðið hevur ikki fingið nakra freist at svara Landsstýrinum uppá kærupunktini. Málið byrjaði í februar, tíðin gongur og skúlaárið byrjar aftur um góðar fimm vikur.

­ Skúlaárið hjá okkara børnum byrjar ikki fyrr enn vit hava fingið børnini inn í Venjingarskúlan, sigur Gunnvá Sandoy.

Av fyrstan tíð var talan um 22 børn, nú eru 5 møguliga 6 børn sloppin í Venjingarskúlan afturat og tey búgva á síðugøtunum til Íslandsvegin, og tvey børn eru fallin frá. Tískil snýr tað seg um umleið15 børn.

­ Einki av børnunum, sum er sloppið inn, hevur systkin í Venjingarskúlanum, sigur Gunnvá Sandoy.

Í brævi til Landsstýrismannin í Undirvísingarmálum siga foreldrini, at tey fegin vilja hava høvi til at gera viðmerkingar til tey ummæli og annað, sum kærdi parturin og onnur gera, áðrenn endalig avgerð verður tikin í málinum. Í sama brævi siga foreldrini, at tað undrar tey, at ummæli býráðsins av kæruni er avgreitt umsitingarliga, tá ið tað er býráðið sum politiskur myndugleiki, ið hevur tikið kærdu avgerðina. Eisini vilja tey fegin frætta nærri um, hvussu tað ber til, at Venjingarskúlin hevur tikið næmingar inn í seinastuni uttan at upptøkan hevur verið viðgjørd í skúlaráðnum.