Býráðið hjálpir Tórsvølli

Borgarstjórin váttar, at samráðingar eru í gongd um, hvussu Býráðið kann lættu um hjá Tórsvølli. Men talan verður ikki um stuðul til raksturin, sigur Heðin Mortensen



Tórsvøllur
 
Í blaðnum í gjár staðfesti Poul Michelsen, at hóast trupulleikar hava verið við grasinum á Tórsvølli í ár, so er ikki so einfalt at loysa hesar. Ikki minst, tí fíggjarorkan hjá grunninum ikki røkkur til størri ábøtur. Eitt nú at skifta grasteppið.
                      Tað er Tórshavnar Býráð, sum í seinasta enda stendur við ábyrgdini fyri Tórsvøll, og har verður ásannað, at grunnurin hevur ein trupulleika, tí inntøkurnar eru í minna lagi.
                      Ein møguleiki, sum onkra tíð hevur verið nevndur, er at kommunan snøgt sagt flytir raksturin úr grunninum og í kommunukassan, men hesum møguleikanum er borgarstjórin, Heðin Mortensen, ikki serliga heitur fyri.
                      - Tað liggur eitt ótrúliga stórt sjálvboðið arbeiði í grunninum, og tí eri eg ikki so vísur í, at tað vildi verið nøkur góð loysn. Hinvegin, so er tað ein sannroynd, at grunnurin ikki hevur serliga nógvan pening at arbeiða við, og at orkan til íløgur og viðlíkahald tí er avmarkað.
                      Vil tað siga, at tit umhugsa at lata grunninum stuðul til raksturin?
                      - Nei. Men hinvegin kann Býráðið í aðrar mátar hjálpa til. Eg kann siga, at vit í løtuni er í samráðingum við grunnin um, hvussu vit kunnu betra um karmarnar, soleiðis at betri rentabilitetur fæst í raksturin. Og her verður fyrst og fremst hugsað um íløgur. Har liggur jú eisini ymiskt annað í kortinum, soleiðis at Tórsvøllur í enn størri mun kann gerast ein depil fyri allari ítrótt. Eitt nú hevur verið tosað um at gera fimleikahallir við vøllin, sigur Heðin Mortensen.
                      Hann leggur tó dent á, at talan verður ikki um nakrar veldugar íløgur í sjálvan Tórsvøll, men heldur fast um, at Býráðið er sinnað at hjálpa til.
                      - Størri íløgur haldi eg ikki, at býráðið kann loyva sær í løtuni. Tað eru aðrar ítróttargreinar, sum standa longur frammi í røðini nú, og her hugsi eg serliga um fimleikin og frælsa ítróttin, sigur Heðin Mortensen at enda.