Fuglafjarðar býráð hevur á fundi í kvøld samtykt at keypa Mentanarhúsið í Fuglafirði fyri restskuldina. Skuldin hjá Mentanarhúsinum í Fuglafirði er umleið fimm milliónir krónur, og fyri hesa upphædd fer býráðið at keypa Mentanarhúsið.
Settar eru eisini 200.000 krónur av til grundrakstur av húsinum, men enn er avgerð ikki tikin um at seta dagligan leiðara.