Býráðið heldur fram sum áður

Tá nýggja samgongan í Tórshavnar kommunu tekur við 1. januar 2009 verður ikki nógv broytt í mun til arbeiðið, ið er gjørt. Tó skal kommunan gera nýggjan musikkskúla og skula á Argjum. Samstundis skal hon føra ein varnan fíggjarpolitikk

Byggingin av fimleikarhøllini í Gundadali skal halda fram, skúli skal byggjast á Argjum, musikkskúli skal byggjast og grundstykki skulu útvegast. Hetta síggja út til at vera høvuðsprioriteringarnar hjá Tórshavnar kommunu næstu fýra árini.

Undir heitinum »Vit halda kósina« er arbeiðsskjalið hjá komandi samgonguni í Tórshavnar kommunu latið fjølmiðlunum.

Ovast greiða tey frá at tað skal vera gott at búgva í kommununi og at fíggjarligt skynsemi skal havast næsta valskeiðið. Hinvegin standa nógvar stórætlanir í skjalinum. Skúlar, fimleikarhøll og so framvegis.

- Vit mugu ansað eftir, at vit ikki byrja eina kreppu. Vit kunnu lána upp til 600 milliónir krónur, um tað gerst neyðugt, tí vit mugu fyri alt í verðini syrgja fyri, at fólkið í býnum hevur arbeiði. Sjálvandi verða vit noydd at prioritera, men kommunan er rímiliga væl fyri, og eg beri ongan ótta fyri, at vit ikki skulu klára at føra okkara ætlanir út í lívið, sigur Heðin Mortensen.


Útjaðarin

Á tíðindafundinum í morgun, kom eisini fram, at tað fyri nógvar limir í býráðnum, er sera týdningarmikið, at tað ikki bert verður miðbýurin, tað skal gerast nakað við.

- Vit mugu fáa skil uppá ætlanirnar við jørð. Vit mugu syrgja fyri at fáa eina greiða ætlan viðvíkjandi Glyvursnesi, tí økið er sera væl egnað til nógv ting, og vit mugu syrgja fyri at fáa greið boð frá landinum viðvíkjandi flogvøllinum. Vit mugu eisini fáa fleiri grundøkir í Kollafirði, soleiðis, at grundstykki gerast tøk, greiðir Jógvan Arge frá.

Eisini bussleiðina skal kommunan ger nakað við.

- Vit fara at arbeiða fyri at endurnýggja bussleiðina, soleiðis at Kollafjørður fær betri samband, samstundis sum Kirkjubøur og Velbastað verða integreraði í vanligu bussleiðina, greiða fleiri í samgonguni frá.


Ungdómspolitikkur

Ætlanin hjá komandi býráðnum er eisini at hava ein samskipaðan ungdómspolitikk, soleiðis at Hoyvíkin, Kollafjørður og Eysturbýurin fáa betri møguleikar í frítíðini. Í hesum sambandi eru ætlanir um at nýta hús, ið longu eru til ungdómarnar.

- Skúlan í Hoyvík skal nýtast til frítíðarvirksemi eisini. Vit kunnu nýta loftið í høllini í Kollafirði, soleiðis, at tey ungu har, eisini fáa ein ágóða, greiða fleiri av býráðslimunum frá. Tey leggja afturat, at ungdómarnir í býnum skulu hava betri møguleikar í sínum økjum, soleiðis, at ikki alt virksemi liggur í miðbýnum.


Menna miðbýin

Komandi samgongan hevur eisini í hyggju, at betra um miðbýin, soleiðis at øll fáa betri ágóða av honum.

Miðbýurin skal aftur gerast ein livandi býarpartur, so fólk og familjur hava nakað at leita hagar til til gamans og álvara. Spælipláss verða útvegað, skipað verður fyri virksemi út móti gongugøtuni, sum verður partvís uttan bilferðslu, stendur millum annað í tíðindaskrivinum. Eisini stendur, at Vágsbotnur og Tórsgøta skulu mennast mentunarligar.

- Vit mugu eisini ganga hond í hond við vinnulívinum, fáa tey at hava handlarnar meira opnar, soleiðis at mongu ferðafólkini og fólk annnars betri kunnu trívast, kom fram á tíðindafundinum í morgun.


Betri gjøgnumskygni

Tey, ið verða í samgongu frá 1. januar greiða í tíðindaskrivinum eisini frá, at dentur skal leggjast á gott gjøgnumskygni í kommununi, soleiðis at kærur og umsóknir verða svaraðar beinanvegin. Samstundis skal kommunan kunna um alt virksemi, millum annað umvegis heimasíðuna.