Býráðið heiðrar meistararnar

Longu seinasta sunnudag stóð greitt, at HB er føroyskur meistari í mansfótbólti í 2009, og eftir seinasta dystin leygardagin skipar Tórshavnar Kommuna fyri móttøku.

 

Á skránni verða millum annað røður, har borgarstjórin, Heðin Mortensen, fer at heiðra FM-vinnararnar, og umboð fyri HB og FSF fara at bera fram heilsanir.

 

Undir móttøkuni fer Havnar Hornorkestur at spæla, og eisini verður fýrverk á skránni í Gamla Kommunuskúlagarðinum leygarkvøldið.