Sum ánari av Dr Jakobsengøta 17-19 skal eg gera vart við, at tað er byggimynduleikin, ið eigur æruna av hesi støðu, og í hesum sambandi verður Heðin Mortensen, borgmeistari, endurgivin, frá eykabýráðsfundi tann 4.9.01. kl 1400 í sambandi við verkætlanina Dr Jakobsens-/Sverisgøta:
”-at ognirnar Dr Jakobsengøta 15,17,19 og 21 ikki skuldi fáa størri byggifrælsi, og at eingin
sleppur at gera nakað við ognirnar.”
Ávísast skal, at eg ikki havi fingið loyvi til at ríva ognina niður og at byggja annan bygning. Málið byrjaði í 2001, tá eg søkti um byggiloyvi, og varð málið kært til Innlendismálaráðið, ið avvísti kæruna, og soleiðis varð eg tvungin til at leggja málið fyri “Retten på Færøerne”. Tann 23.4.07 varð dómsviðgerðin slitin, og málið útsett. Dómsviðgerðin er enn ikki tikin upp aftur, tí tað ber snøgt sagt ikki til at geva Tórshavnar Kommunu og Innlendismálaráðnum viðhald í:
“at teir skulu verða fríkendir fyri at geva mær byggiloyvi sambært galdandi byggiviðtøkum”.
At hugsa sær, at Tórshavnar Kommuna og Innlendismálaráðið krevur at fáa viðhald í Rættinum í at døma ein borgara til, at hann ikki skal verða viðgjørdur eftir galdandi lóg og viðtøkum, og tí legði Rætturin eina kalda hond á málið, skiljið tann sum skilja vil, men her luktar ikki væl.
Kommunan hevur veitt alt grundvatnið í Dr Jakobsengøtu inn undir mína ogn, ið hevur viðført so mikið stóran skaða á ognina, at tað lønar seg ikki, at gera nakað við ognina.
Varð málið avgreitt sambært galdandi byggiviðtøkum, so var handilsbygningur (sum sæst á myndini) bygdur ímillum eldmúrarnar hjá grannunum.
Ein opin glassíða ímóti vegnum, ið hevði viðført, at handilsbygningurin og handilsgøtan fella væl inn í hvørt annað við eini“penthausresturatión” við hesum góðum útsýni, sum eisini sæst á myndini.
Innan sama grundumráðið fekk Tryggingarfelagið Føroyar byggiloyvi at samanbyggja bygningarnar á Kongabrúnni - og upp í sjey hæddir við maskinrúmi til lyft. Byggiloyvið varð undirskrivað av táverandi formanni fyri byggi- og býarskipanarnevndini, Heðin Mortensen, ið hevði fulltíðarstarv hjá Tryggingarfelagnum Føroyar, og sum sat í yvir 70 nevndum og á tingi, ið staðfestir, at hann ikki var annað enn ein “lobbyistur” á lønarlistanum hjá Tryggingini og uttan iva við egnum skrivara, um Heðin Mortensen skuldi náa at røkja øll síni álitisstørv, og sigur hetta so mikið, hvussu Tryggingin fekk sítt byggiloyvi.
Tað skal upplýsast, at aprílsøgan um, at bátahylurin á Eystaru Vág skuldi gerast til støðupláss, í veruleikanum ikki var ein aprílsøga, men ein partur av verkætlanini hjá Tryggingini at tryggja hálvtannaðhundrað starvsfólkum hjá Tryggingini støðupláss, annars eigur Tryggingin einans eitt støðupláss.
Lobbyvirksemið hjá Heðin Mortensen, borgmeistara, sær út til at vera víðkað til at umfata verkætlanina Stórutjørn hjá Jákup á Dul Jacobsen, ið er barndómsvinur hjá Gunnar í Liða, tryggingarstjóra, við teimum fylgjum, at handilslívið í miðbýnum fyrireikar seg at flyta niðan í Hoyvík og úti á Boðanes, og verður miðbýðurin tá at síggja út sum ein spøkilsisbýur í besta Westernstíli, og stendur henda støða við, verið eg at teljast millum tey fyrstu, ið fara at negla brettir fyri vindeyguni, tí her er einki annað at gera, soleiðis sum leikur er farin fram.