Býráðið hækkar játtanina til summararbeiði

Í fíggjarlógaruppskotinum fyri 2006, sum verður til aðru viðgerð í Tórshavnar Býráð í annaðkvøld, sæst millum annað, at fitt av peningi skal játtast til summararbeiði hjá skúlaungdómum

Summararbeiði

Játtanin komandi ár til slík arbeiði, sum skúlaungdómar taka sær av í summarfrítíðini, skal eftir ætlan verða tvær milliónir komandi ár í mun til eina millión í ár.

Hava gjørt eitt gott arbeiði
Heðin Mortensen, borgarstjóri, sigur, at royndirnar frá í ár vísa, at tað er sera stórur áhugi millum skúlaungdómin at fáa eitt slíkt arbeiði í summarfrítíðini, og áhugin verður væntandi minst líka stórur komandi ár.
- Í ár høvdu vit 121 ungdómar, sum arbeiddu hjá okkum í eitt styttri ella longri tíðarskeið í summarfrítíðini, og nú vit ætla at hækka játtanina, verða tey væntandi væl fleiri. Vit royna við hesum at aktivera ungdómin, og tað er ongantíð áður komið fyri, at so stór upphædd er sett av til slíkar uppgávur, sigur Heðin Mortensen.
Borgarstjórin greiðir frá, at tað arbeiðið, sum ungdómar gjørdu í summar, var væl gjørt, og tað er arbeiðið, sum sæst aftur í kommununi.

Kring alla kommununa
- Tað eru nógv øki í kommununi, ið hava tørv á eini bøtandi hond, og tað kunnu tey ungu so taka sær av. Tað er til dømis gøtur, ið skulu røkjast, fríøki og annað, sum tey ungu kunnu fríðka um, og sum vit øll kunnu gleðast um, sigur Heðin Mortensen.
Borgarstjórin leggur dent á, at peningurin, ið er settur av, verður nýttur kring alla kommununa, og ikki bert í sjálvari Havnini.