Býráðið framvegis onga viðmerking

Heðin Mortensen, sum er formaður í býar- og bygginevnsini hjá Býráðnum, vil ikki gera nakra viðmerking til byggimálið í Hoyvíkshaganum enn.
?Eg fekk mótmælisskrivið, um byggingina í Maritugøtu, frá Eigarafelagnum seint í gjár, og eg havi ikki havt møguleika at seta meg inn í málið enn. Eg havi sent boð oman á býráðið, um at finna alla sakina fram, og so fari eg at kanna hvat er hent í hesum málinum. Áðrenn eg havi sæð sakina, fari eg ikki at gera nakra viðmerking. Um okkurt skeivt er farið fram í hesum málinum, so skal tað sjálvandi fram í ljósmálan. Men eg geri sum sagt onga viðmerking í málinum, fyrr enn eg havi sæð alt tilfarið, sigur Heðin Mortensen í stuttari viðmerking.
Michael Viderø er aftur í dag upptikin av fundarvirksemi, og er tískil ikki at hitta.