Býráðið flytur úr Runavík

Runavíkar býráð fer í 2017 – umframt í býráðssalinum - at halda fundir bæði á Skála og í Oyndarfirði

Sum í øllum hinum kommununum so tekur nývalda býráðið í Runavíkar kommunu við stýrinum nýggjársdag.

Býráðini, sum hava sitið síðani á nýggjárinum 2013, hava gjørt av, nær nýggju býráðini skulu halda fundir í 2017. Í Runavíkar býráð er vanliga fundur síðsta hósdag í hvørjum mánað, og soleiðis verður tað eisini í 2017. Fundirnir vera 26. januar, 23. februar, 30. mars, 27. apríl, 24. mai, 29. juni, 31. august, 28. september, 31. oktober og 30. november.

 

Fundarstaðurin hjá býráðnum í Runavík er fundarsalurin í bygninginum, har býráðið og fyrisitingin heldur til. Har hava allir býráðsfundirnir verið nógvu tey seinastu árini.

 

Í 2017 vera flestu fundirnir á hesum sama staði, men ikki allir.

Runavíkar býráð samtykti á fundi 24. november fundardagarnar næsta ár. Tá varð eisini samtykt, at tveir býráðsfundir skulu vera á Skála, og at ein fundur skal vera í Oyndarfirði. Samtyktin sigur, at fundirnir í apríl og september vera á Skála, og at fundurin í august verður hildin í Oyndarfirði.

-Kommunan fevnir um fimtan bygdir, og vit halda tað vera týdningarmikið, at tað verður signalerað, at býráðið umboðar allar bygdirnar – bæði í orði og verki. Hetta er ivaleyst fyrsta ferðin, at býráðsfundir í næstan hálvt hundrað ára gomlu Runavíkar kommunu verða hildnir aðra staðni enn í Runavík, men hetta verður neyvan síðstu ferðirnar, at vit fara at fundast aðra staðni enn í Runavík, sigur Tórbjørn Jacobsen, borgarstjóri í Runavíkar kommunu.