Sosialurin skrivar leygardagin 11. januar 1975, at gamli kommunuskúlin í Havn nú verður brúktur til skrivstovuhøli. Seint í fjør flutti býráðið allar skrivstovudeildir sínar á Kirkjuvegi til gamla kommunuskúlan, og í løtuni flyta eisini Líkningarnevndin og Fólkayvirlitið. Deildirnar, sum hava verið stongdar í tveir dagar, lata upp aftur mánadagin.
Børsen nýggjan blaðstjóra
Blaðið skrivar eisini at, sjónvarpsmaðurin Uffe Ellemann Jensen hevur tikið við sum blaðstjóri á Børsen eftir Erik Rasmussen. Uffe er kendur fyri frásagnir sínar í danska sjónvarpinum um búskaparlig viðurskifti. Ein tíðindastubbi er eisini í blaðnum, um at svenski ríkisdagurin hevur samtykt at lækka pensiónsaldurin til 65 ár.
Kelda: Sosialurin 11. januar 1975










