Býráðið fer at kæra

Borgarstjórin í Havn, Heðin Mortensen, heldur tað verða undir alt lágmark, at landið fremjir so umfatandi sparingar á eldraøkinum. Hann sigur, at Tórshavnar Býráð fer at kæra sparingarnar.

Ógvusligu sparingarnar á eldraøkinum fara at hava umfatandi avleiðingar við sær, og Heðin Mortensen sigur, at tað nú er upp á tíðina, at landspolitikararnir vakna.

Hetta ber ikki til
Heðin Mortensen sigur, at tað ber ikki til, at tað verður álagt eitt nú Lágargarði, Tjarnargarði og Tilhaldinum at spara so nógv, at bróðurparturin av øllum virksemi á hesum stovnum steðgar upp.
- Tað ber ikki til at fara soleiðis við teimum eldru. Tað er óvirðiligt og undir alt lágmark, sigur borgarstjórin í Havn.
Borgarstjórin sær hesar sparingar sum enn eina roynd hjá landsmyndugleikunum at tveita alsamt størri ábyrgd yvir á kommunurnar, og tað heldur Heðin Mortensen verða burturvið.
- Vit kunnu ikki blíva við at taka upp eftir landið, og eg haldi, at nú noyðist løgtingið at vakna og síggja veruleikan í eyguni, sigur Heðin Mortensen.
Spurdur um Tórshavnar Býráð ætlar at gera nakað fyri at royna at forða fyri sparingunum, sigur Heðin Mortensen:
- Tað er greitt, at talan er um ein veikan bólk, ið verður raktur av sparingunum, og tað er ikki lætt hjá teimum sjálvum at gera vart við seg. Tí er neyðugt, at eg og býráðið reagera fyri tey. Vit hava møguleika fyri at kæra avgerðina um sparingarnar, og vit ætla at taka av hesum møguleika og kæra, sigur Heðin Mortensen, sum er skelkaður av avgerðini hjá landsmyndugleikunum.