Býráðið brýtur lyfti um barnaansing

Fyri kommunuvalið í fjør samtykti Tórshavnar býráð, at tørvurin á barnaansing skuldi vera nøktaður í 2003. Lyftið verður ikki hildið, tí nú sigur býráðið, at hetta verður ikki fyrr enn í 2006. Foreldrafelagið talar at og sigur, at politikarar í býráðnum eru óálítandi

 

Tann 5. oktober í fjør samtykti Tórshavnar býráð einmælt hetta stevnumið:

Tórshavnar Kommuna setir sær sum mál komandi 3 árini at loysa barnagarðstørvin, soleiðis at í seinasta lagi í ár 2003 skulu øll børn í kommununi í aldrinum 1/2 til 8 ár hava tilboð um mennandi barnagarðs- og frítíðarvirksemi. Kommunan skal á hvørjum ári, í sambandi við viðgerðina av fríggjarætlanini, endurskoða málsetningin, soleiðis at útbyggingin er í samsvari við barnatalið í kommununi. Málið er at beina burtur bíðilistan á barnagarðsøkinum.

Eitt ár seinni er hetta stevnumið broytt soleiðis, tikið úr viðmerkingum til fíggjarætlanina fyri 2002:

Í 2005 og 2006 kann kommunan røkka málinum um 100% tørvsfulnað fyri øll børn í Havnar kommunu millum 0 og 10 ár.

Lyftið, sum varð givið í fjør, var sjálvsagt ávirkað av kommunuvalinum, ið varð hildið í november mánaði. Tá lovaðu allir politikarar, at teir fóru at seta alt inn fyri at loysa trupulleikan á ansingarøkinum, har bíðilistarnir høvdu verið vaksandi síðan 1996, tá býráðið á fyrsta sinni setti langtíðar ætlan út í kortið.


Foreldrafelagið er ónøgt

Tað var Foreldrafelagið í Havn, ið var við til at seta barnaansingina á dagsskránna til valið fyri einum ári síðani, og politikarar kendu seg kanska kroystar at lova 100% tørvsfulnað.

Sámal Johansen er formaður í Foreldrafelagnum. Hann sigur, at tað er skelkandi, at býráðið slakar í stevnumiðnum, ið varð sett seinasta val. Tó er hann ikki bilsin.

? Eg eri ikki serliga bilsin av, at politikarar nú taka lyftið um barnaansingina aftur. Samstundis er tað skelkandi, at teir ikki taka henda trupulleika í størri álvara, sigur Sámal Johansen.

Á einum stórum fundi í Norðurlandahúsinum í fjør lovaðu allir politikararnir, at teir fóru at seta alt inn fyri at nøkta tørvin. Sámal Johansen vísir á, at tey í felagnum ongantíð hava trúð uppá hetta lyftið, tí trúvirðið er so vánaligt.

Í viðmerkingum stendur, at tørvsfulnaðurin í ár er 80,5%. Komandi ár verður hann 92,7%, í ár 2003 95,3% og í ár 2004 verður tørvsfulnaðurin 97,9%.

Tað vil siga, at tørvurin skal økjast við tólv prosentum komandi ár sambært ætlanum býráðsins.

Sámal Johansen ivast tó í, um býráðið fer at megna at halda hesa ætlan. Hann vísir í tí sambandi á, at býráðið hevur mangan givið gylt lyfti, sum bara hava verið vónbrot hjá foreldrum, sum hava smábørn, ið ikki fáa stovnspláss.

Á býráðsfundi hóskvøldið vísti Elin Lindenskov á samtyktina hjá býráðnum frá í fjør um at nøkta tørvin í 2003. Hon vildi vita, um hendan nú verður avtikin. Minnilutin í býráðnum vísir á, at býráðið brýtur hesa samtykt. Hetta varð ikki svarað.

Á fundinum mælti ein meiriluti í mentamálanevndini býráðnum til, at arbeiðið uppá nýggjar dagstovnar í Hoyvík og á Argjum verður boðið út av nýggjum í innbodnari útbjóðing til teir somu, sum hava latið tilboð inn. Ein minniluti mælti hinvegin til at bjóða arbeiðið út av nýggjum í almennari lisitatión, so at øll hava møguleika at bjóða seg fram.