Býráðið bíðar eftir Fíggjarmálaráðnum

- Beinanvegin tá samgonga var skipað eftir seinasta býráðsval, var uppskot snikkað saman um løntar politikarar í ráðhúsinum, men tað tykist, sum Fíggjarmálaráðið súltar uppskotið, sigur Bogi Andreasen, varaborgarstjóri í Havn

Tað var gjørt rættiliga nógv burtur úr tveimum løntum politikarum í ráðhúsinum aftrat borgarstjóranum, tá samgonga varð skipað eftir valið í november 2008.
Tað ljóðaði tá, at tað mest sum var ein treyt fyri samgongu, at í hvussu er ein av toppskorarunum hjá Tjóðveldi skuldi verða løntur politikari og hava sín arbeiðsdag á ráðhúsinum.
Men síðani hevur einki verið at hoyrt til málið.
- Vit fóru beinanvegin í holt við at gera eitt uppskot um, hvussu hetta kundi skipast, hvussu lønarbýtið skuldi vera og líknandi. Vit høvdu eisini juridiska hjálp at snikka uppskotið til, sigur Bogi Andreasen, varaborgarstjóri.
Uppskotið bleiv so sent út í Fíggjarmnálaráðið til støðutakan, men síðani er einki frætt aftur.
- Vit hava rykt nakrar ferðir, men hava einki svar fingið enn, og tað er sera óheppi, tí Tórshavnar kommuna er voksin enormt. Og vit hava framvegis bert ein løntan politikara, sum er borgarstjórin og so eina umsiting, sigur Bogi Andreasen.
Hann vísir á, at út við ein helmingur av fólkinum býr í Tórshavnar kommunu, men framvegis er bert ein løntur politikari í býráðnum. Hetta samanborið við landspolitikararnar, sum eru 33 í tali, allir væl løntir, umframt landsstýrisfólkini.
- So tað hongur ikki rættiliga saman. Býráðspolitikkurin fyllir ómetaliga nógv, og tað ber næstan ikki til at røkja uppgávurnar til lítar, tí alt, sum hevur við býráðsarbeiðið at gera, má fara fram í frítíðini, tað vil siga um kvøldarnar og um vikuskiftið, sigur Bogi Andreasen.

Sær fyrimunir
Hann heldur, at tíðin er komin til at broyta skipanina soleiðis, at tað eggjar ungum kvinnum og monnum at koma upp í býráðspolitikk.
- Býráðspolitikkur fer við so nógvari frítíð, at tað er trupult at finna tíð til familjuna, og tað kunnu vit ikki bjóða okkara ungu møðrum og pápum, sigur Bogi Andreasen.
Skipanin eigur at tillagast samfelagið sum tað er í dag, tí Bogi heldur, at býráðsarbeiðið er bæði spennandi og týdningarmikið.
Men tað er um kvøldið, at fólk byrja at ringja og senda teldupost, og tað er somuleiðis um kvøldið, at allir býráðsfundir eru, so Bogi Andreasen heldur avgjørt, at tíðin er komin til at broyta politisku skipanina.
- Eg trúgvi, at meiri kundi fingist burtur úr, og eg trúgvi eisini, at umsitingin hjá Tórshavnar kommunu hevði verið fegin um eina slíka broyting, sigur Bogi Andreasen.
Hann heldur, at sum støðan er í dag, hevur tú ikki orku og tíð til at gera arbeiðið so væl, sum tað kundi verið gjørt.
- Hjá mær sjálvum er tað soleiðiðs, at eg havi tvey smá børn, og eg havi eina konu, sum eisini ynskir eina karrieru, so eg havi als ikki tíð til at seta meg inn í øll mál hundrað prosent. Eg eri bæði varaborgarstjóri og formaður í byggi- og býarskipanarnevndini, sum er ein rættiliga tungu rpostur, og tað skal vera pláss fyri familjulívinum eisini, sigur Bogi Andreasen.

Bíða eftir svari
Hann ivast tó í, um tað er rætt at taka stigið fult út og gera allar býráðspolitikarar til fulltíðar løntar politikarar.
- Eg haldi ikki tað er rætt at løna øllum býráðspolitikarunum, men tað kundi verið tveir ella tríggir býráðspolitikarar, sum aftrat borgarstjóranum arbeiddu fast í ráðhúsinum. Um teir so skuldu umboða flokkarnar skal eg ikki siga, men eg haldi, at tað hevði verið í lagi og gott fyri skipanina, um einir fýra ella fimm politikarar tilsamans høvdu sín gerandisdag á ráðhúsinum, sigur Bogi Andreasen.
Tað er sum nevnt meiri enn eitt ár síðani, at uppskotið um fleiri løntar býráðspolitikarar varð sent Fíggjarmálaráðnum til støðutakan, men enn er einki frætt aftur.
- Ja, málið liggur úti í Fíggjarmálaráðnum, og eg væntaði eitt svar frá teimum fyri einum ári síðani. So nú dugi eg als ikki at siga, nær vit fara at frætta aftur frá Fíggjarmálaráðnum, sigur Bogi Andreasen.