Býr Gud í Føroyum?

Í Føroyum er ein ørgrynna av trúarbólkum, religión fyllir nógv í almenna kjakinum og vit hava eitt løgting við einum tvørpolitiskum religiøsum blokki, ið kann leggja veto tá tað snýr seg um etisk mál. Ein PhD verkætlan avdúkar nú, hví átrúnaður spælir nógv størri leiklut hjá okkum enn í grannalondunum.

Við øllum frá fólkakirkjunum, til brøðrasamkomur og missiónshús, til hvítusunnusamkomur, adventistar, Bahái og Jehovas vitnir. Tað trýtir ikki við religiøsum tilboðum, hóast Føroyar eru sera smáar. Ein meting sigur, at heili 17 ymiskir trúarbólkar eru at finna í Føroyum. Hetta kann geva eina fatan av einum rættuliga fjølbroyttum samfelag, men samstundis eru Føroyar ikki meiri religiøst fjølbroyttar enn so, at flestu trúarbólkar í Føroyum hava felagsútgangsstøði í kristindóminum.


Ímyndin umheimurin hevur av Føroyum er sostatt, at talan er um eitt serstakliga religiøst samfelag samanborið við onnur lond. Men hví spælir átrúnaður so stóran leiklut í Føroyum, tá ávirkanin frá átrúnaðinum er minkandi í nógvum øðrum londum í vesturheiminum?


Hetta er ikki nøkur lítil gáta at loysa, men tað setti PhD granskarin Janna Egholm Hansen sær fyri at kanna, tá hon í 2009 fór undir eina PhD verkætlan undir heitinum ”Homogen pluralisme: Religion og religiøsitet på Færøerne” á universitetinum í Århus. Verkætlanin skuldi greina føroyskan religiøsitet. Men úrslitið hevur gjørt Jannu Egholm Hansen heldur bilsna, tí hóast átrúnaður fyllir nógv í føroyska samfelagnum, er niðurstøðan hjá henni, at serføroyska religiøsa støðan av álvara er við at førka seg.


Fleiri trúarbólkar, meiri religión

Er religiøsitetur stýrdur av eftirspurningi ella útboði? Hetta kann tykjast løgið at spyrja, men Janna Egholm Hansen metir, at ein orsøk til, at Føroyar eru meiri religiøsar enn nógv onnur lond, er stóra útboðið av religiøsiteti, sum hevur eitt sindur av hvørjum at bjóða til næstan einhvønn tørv. Útboðið ávirkar við øðrum orðum religiøsa eftirspurningin.


– Um einum dámar stillan átrúna er fólkakirkjan ella kanska brøðrasamkoman upplagdi møguleikin. Men er ein yngri og sóknast eftir meiri lívligum møguleikum, so eru Keldan ella hvítusunnusamkomurnar við sínum lívliga stíli kanska meiri hóskandi. Við øðrum orðum ber til at siga, at tað er ein trúarbólkur til einhvønn, óansæð aldur, sosialan status og áhugamál sum heild. Religiøst fjølbroytni økir um religiøsitetin, leggur Janna Egholm Hansen dent á, í eini samrøðu við undirritaða.


Føroyska tjóðskaparstríðið spælir eisini ein leiklut sambært henni, tí at fólkakirkjan í stórum tíðarbilum av søguni í roynd og veru ikki hevur verið nøkur fólksins kirkja, tí hon hvørki var útgjørd við føroyskum prestum, prædikum ella sálmum. Talan var um eina danska fólkakirkju, ið ikki altíð var eins viðkomandi fyri vanliga fólkið. Hetta gav alternativum trúarbólkum serliga góð gróðrarlíkindi til at vaksa fram og økja religiøsa útboðið. Og hetta var helst ein beinleiðis orsøk til, at brøðrasamkoman so líðandi fekk stóra undirtøku millum fólk, tí samkoman legði dent á, at hava alt virksemið á føroyskum.


Føroyar á religiøsum vegamóti

Klassiski spádómurin hevur verið, at religión missir sína serstøðu og myndugleika í samfelagnum so hvørt tað gerst modernað. Ein gongd akademiskar bókmentir og serfrøðingar á økinum rópa sekularisering. Her verður sipað til eina tilgongd, har etableraður átrúnaður støðugt má tillaga seg til tey eyðkennir vit síggja í einum modernaðum samfelag. Náttúruvísind, aðrar lívsáskoðanir, religiøst fjølbroytni, globalisering og individualisering, eru øll eyðkennir ið bjóða etableraðum átrúnaði av.


Ein avleiðing av moderniseringini er tí, at mong modernað menniskju fyrihalda seg rættuliga selektivt til religiøsar lærusetningar og velja tað frægasta burturúr og vraka restina. Eingin tilveru tulking hevur monopol uppá sannleikan longur og etableraður átrúnaður má nú bjóða seg fram sum eitt alternativ av fleiri.


Men sambært Jannu Egholm Hansen, eru Føroyar eftir rættuliga fáum árum farið frá at vera eitt premodernað til seinmodernað samfelag uttan somu moderniseringstilgongd sum vit kenna frá eitt nú Danmark og Svøríki. Tí er átrúnaður í Føroyum framvegis í stóran mun eyðkendur av einum innihaldið, sum eyðkendi religiónina áðrenn moderniseringina.


Men granskingin hjá Jannu Egholm Hansen avdúkar eisini, at Føroyar standa á einum religiøsum vegamóti. Gamla átrúnaðarliga siðvenjan er eisini undir trýsti í Føroyum. Hesa meting byggir hon eitt nú á eygleiðingar av føroyska samkomu umhvørvinum, har ein staðfesting er, at tað sum varð mett at vera ”syndugt og ikki” hevur førka seg rættuliga nógv seinastu 30 árini. Tí hóast gudfrøðin, tær religiøsu lærurnar, stórt sæð eru tær somu, so er livihátturin, serliga hjá yngra ættarliðnum, nógv broyttur.


Hon vísir á, at hetta ber við sær eina ávísa andsøgn millum gudfrøði og religiøsa praksis, men sum samkomurnar kanska ikki geva sær so nógv far um. Men talan er um greiðar ábendingar um eina innhýsis sekularisering í sjálvum samkomunum, er ein av hennara avdúkinginum í PhD verkætlanini.


- Religiøsi ungdómurin í Føroyum praktiserar ein nógv opnari kristindóm enn eldra ættarliðið, sum enn í stóran mun dýrkar ein meiri siðbundnan átrúnað. Yngra ættarliðnum dámar væl religiøsa shopping, har ein ikki er eins tengdur at ávísari samkomu, men kann loyva sær at vitja ymsar samkomur. Eisini ber væl til, at sameina t.d. tað at ganga á møti við at ganga í býnum. Sum heild hava tey ungu ein leysari hugburð til religión, og hetta gevur eina greiða ábending um, at religiøsiteturin í Føroyum er vorðin meiri individualiseraður eftir rættuliga stuttari tíð, vísir Janna Egholm Hansen á.


Trúgv trívist har korini eru hørð

Ein klassisk tulking hevur annars verið, at átrúnaður søguliga hevur spælt ein stóran leiklut í Føroyum orsaka av hørðu náttúrufortreytunum, óstøðugum veðrið og fjarleika til meginlandi. Leikluturin hjá átrúnaðinum hevur verið, at tænt sum eitt slag av tilverutryggleika. Tá tilveran sum heild er ótrygg, er ofta týðandi at hava okkurt hægri at líta á, verður ført fram.


Hinvegin vísir gransking úr øðrum londum, at tá eitt samfelag sum heild gerst tryggari at liva í, sosialt og materielt, gerast fólk ofta sum heild minni religiøs. Tørvurin á trúarligum tryggleika er einfalt ikki eins stórur, er frágreiðingin. Hetta er sambært summum granskarum frágreiðingin uppá, at eitt nú Danmark og Svøríki teljast millum heimsins minst religiøsu lond, hóast tey teljast millum klassisku kristnu londini. Danmark hevur t.d. framvegis eina alment fíggjaða fólkakirkju, men vitjanirnar eru ofta rættuliga selektivar og avmarkað seg ofta til barnadóp, giftarmál og jarðarferðir.


Men fyri at skilja serligu føroysku útgávuna av religiøsiteti, er neyðugt at hyggja eftir tí serstaka við føroysku søguni, er ein avdúking í PhD verkætlanini hjá Jannu Egholm Hansen. Og tað er, sambært henni, søgan um eitt samfelag, sum eftir stuttari tíð er vorðið seinmodernað uttan at hava fingið stundir til at tillaga seg. Tí hava vit helst bert sæð byrjanina til eina ”modernisering” av átrúnaðarliga landslagnum í Føroyum.


At átrúnaður í størri mun er vorðin ein tulkingarmøguleiki millum fleiri, at føroyskar samkomur praktisera ein meiri opnan kristindóm, og at tað ikki longur er eins legitimt at nýta religiøs argumentir í almenna kjakinum, eru helst alt ábendingar um eitt spakuligt, men greitt religiøst skifti í Føroyum.