Býr í egnum húsum

Kristianna Kjærbo er 55 ára gomul og er ættað úr Sumba. Hon er ein av teimum fáu menningartarnaðu, sum býr í egnum húsum


Fyri nøkrum síðan keypti Kristianna eini raðhús saman við beiggja sínum, Vagni, og tey klára seg uttan hjálp.
Kristianna arbeiðir í køkinum á Drotning Ingridar barnagarðinum, har hevur hon verið í 31 ár.
Nakað, sum Kristionnu dámar væl eru árligu ferðirnar, hon fer við frítíðarheiminum, tey hava verið á Tenerifa, á Malta, í Rom og á ymiskum støðum í Danmark.
- Tað er so deiligt at vera úti og ferðast. Eg eri tó ikki eitt av hesum konufólkunum, sum er ør at keypa ella sita á eini strond og blíva bakað av sólini. Nei, tað veit Gud, tá vil eg heldur sita í eini holu onkustaðni. Nei, eg vil sleppa at uppliva okkurt, ganga túrar og síggja ymiskt. Tað flottasta eg havi sæð, tað var tá vit vóru í Rom. Oy, oy, at síggja kirkjuna har og hvussu flott tað var, tað var eitt upplivilsi, sigur Kristianna Kjærbo.
Tá Kristianna er heima, hevur hon eisini nóg mikið at takast við. Hon spælir boccia, gongur til matgerð á kvøldskúlanum, okkurt kvøldið er hon á verkstaðnum Vón, har hon ger ymiskt hondarbeiði og hon gongur eisini í frítíðarklubba hjá Javna.
- Men eg royni eisini at vera heima viðhvørt og slappa av.