Nýggi handilin hjá Bónus í Hoyvík letur upp týsdagin 9. juli. Men leygardagin frammanundan, 6. juli tað er um tvær vikur verður stórt ókeypis familjutiltak uttan fyri nýggja Bónus við eitt nú donsku rockmammuni Sanne Salomonsen
Sum myndirnar vísa er fyrsti handilin í Karlamagnusarbreyt í Hoyvík um at verða liðugur. Tað er nýggi Bónushandilin í Hoyvík, sum letur upp um góðar tvær vikur. Og í tí sambandinum verður skipað fyri stórum familjutiltaki á parkeringsøkinum uttan fyri nýggja handilin, sum er á horninum Karlamagnusarbreyt og Atlagøtu.
Danska rockmamman, Sanne Salomonsen, syngur á tiltakinum, har Jens Marni Hansen, Hallur Joensen, Signar í Homrum og bólkurin, Flamma, eisini fara at syngja og spæla.
Trøllapætur og klovnurin, Bubu, fara harumframt at vitja tey smærru børnini. Eisini kunnu børnini stuttleika sær í hoppiborgum, karusellum og koyra minitok.
Undirhaldið er ókeypis, men Hvonn og Okkara fara at selja mat og drykkjuvørur, so ongum nýtist at ganga svangur og tystur, sigur Bónus í tíðindaskrivi.
Karlamagnusarbreyt er ætlað sum handilsgøta í býlinginum við Løgmannabreyt, og Bónus verður sostatt fyrsti handilin í nýggju handilsgøtuni.
Handilin í Hoyvík verður á stødd við Bónus í Miðlon 850 fermetrar.
20 fólk eru sett í starv í Bónus í Hoyvík, og tilsamans starvast 120 fólk í Bónushandlunum kring landið.