Eftir bara tveir mánaðir í grønlendska høvuðsstaðnum Nuuk hevur Bónus valt at lata handilin aftur.
-Skuldi handilin halda fram, máttu vit fáa millum tvær og fýra milliónir krónur, men tað bar ikki til at finna íleggjarar, og Grønlandsbankin vildi ikki játta meiri, enn hann hevur gjørt, sigur eigarin, Poul Jensen, við kringvarpið KNR. Sjálvur hevur hann brúkt hálvaaðru millión upp á handilin.
Grønlendska kringvarpið sigur, at veitarin í Íslandi kravdi trygd fyri at lata handlinum í Nuuk vørur, og tá Poul Jensen og Grønlandsbankin ikki kundu veita ta neyðugu trygdina, fekk handilin ongar vørur.
Ætlanin var, at Bónus í Nuuk skuldi selja íslendskar, kanadiskar og amerikanskar vørur, sum hinir handlarnir í Grønlandi ikki hava.










