Bónus fær fyrimun av Rúsuni

Tríggir handilsleiðarar hava sent opið bræv til Johan Dahl, vinnumálaráðharra, fyri at eina rættvísa kappingarstøðu millum matvøruhandlarnar í Havn.

Teir vísa á, at í løtuni er størsti matvøruútbjóðarin í landinum – ið er samtakið aftanfyri SMS, Brotið, Bónus Mylnurnar – við at innrætta høli til stóran matvøruhandil í Miðlon. Í hesum bygningi húsast eisini Rúsdrekkasøla Landsins.

- Um sølubúðin hjá Rúsuni ikki verður flutt úr Miðlon, meta vit Bónus at fáa ein so stóran fyrimun, at kappingarstøðan fyri matvøruútbjóðarar verður avlagað í okkara høvuðsstaði, siga teir tríggir – Finn Nielsen fyri FK-handlarnar, Petur Eirik Djurhuus fyri PE-handlarnar og Jaspur Johannesen fyri INN-handlarnar.

Teir meta støðuna sum verandi órímiliga og kappingaravlagandi, tí størsti kappingarneyti teirra, enntá fyri almennar pengar, skal húsast undir sama taki og við somu úthurð sum Rúsan.

- Vit trívast í kappingini, har besta tænastan vinnur flestu viðskiftafólkini. Men mótbrekkan og ójavnin verður í hægra lagi, um størsti vøruútbjóðarin við almennum stuðli skal ognast eina tílíkan framíhjárætt.

- Tískil heita vit á okkara felags vinnumálaráðharra um at taka neyðug stig at flyta Rúsuna út úr Miðlon, soleiðis at øll vinnurekandi á matvørumarknaðinum verða tryggjað felags útgangsstøði í kappingini, siga teir tríggir handilseigararnir.