Bøndurnir vóru ikki blíðir

Kunnandi fundurin um avleiðingarnar av heilsufrøðiligu avtaluni við ES, sum Bóndafelagið helt fríggjadagin, var væl vitjaður. Og uppmøttu limirnir vóru ikki smædnir at vísa sína ónøgd, men tá politiski myndugleikin ikki var til staðar, máttu embætismenninir taka sløgini.


 

»Vit mótmæla at: Latið er upp fyri fríum einvegis innflutningi av djórum til Føroya, men ikki fyri útflutningi eftir somu treytum. At landbúnaðurin ikki bleiv spurdur eftir, tá avtalan varð gjørd. Og vit mótmæla, at landbúnaðurin er blivin offraður fyri fisk«.

Orðini hjá Bjørn Patursson, formanni Bóndafelagsins, sum setti kunnandi fundin um heilsufrøðiligu avtaluna við ES, lótu ongan iva vera um, at bøndurnir kenna seg illa viðfarnar.

Bjørn Harlou, landsdjóralækni og Ásmundur Guðjónsson frá Heilsufrøðisligu Starvsstovuni vóru gestir á fundinum, og teirra uppgáva var at greiða limunum í Bóndafelagnum frá, hvat avtalan við ES merkir fyri føroyskan landbúnað.

Hvørgin teirra helt, at landbúnaðinum nýttist at óttast avleiðingarnar av, at innflutningseftirlitið av djórum og djóraúrdráttum, sum koma úr ES londum til Føroya nú fellir burtur. Hesum var at kalla hvørt menniskja í salinum ósamd við teimum í.


Landsdjóralæknin illoyalur

Men tað, sum hevur vakt størstu ørkymlanirnar hjá bøndunum er tann samráðingarhátturin, sum varð brúktur, tá avtalan fekst í lag.

Bøndurnir vístu á hvussu Ísland, Noreg og onnur triðjalond hava sett ávísar avmarkingar í avtaluna við ES til tess at verja landið fyri dýrasjúkum. Hetta samanbóru teir so við føroyska samráðingarúrslitið, har als ongar avmarkingar eru á dýrainnflutninginum úr ES.

Fundarluttakararnir fingu at vita, at landsdjóralæknin bleiv spurdur undir samráðingunum, um hesin hevði nakra viðmerking til, at markið millum ES og Føroyar varð latið upp fyri fríum innflutningi av livandi djórum, og at hesin hevði svarað noktandi.

Hetta hildu bøndurnir sera lítið um og landsdjóralæknin varð lagdur undir at vera illoyalur mótvegis bøndunum. Til hetta svaraði Bjørn Harlou, at tað ikki var hansara uppgáva at vera loyalur mótvegis bøndunum, men at ráðgeva landsstýrinum eftir besta førimuni.


Politikararnir vantaðu

Og tað var júst her, at fundurin haltaði. Kunnandi fundurin gjørdist í stóran mun til ein kjakfund millum bøndurnar og tveir embætismenn um eina politiska prioritering av fiskivinnuni fram um landbúnaðin.

Men sum annar av gestunum vísti á, so vóru tað ikki embætisfólkini, ið høvdu lagt avtaluna fyri tingið og samtykt hana.

Tann politiski myndugleikin, sum ber ábyrgdina av at hava sett tey tiltøk í verk, sum bøndurnir ørkymlast um og óttast fyri, var ikki til staðar, og tí hendi ikki nógv annað á fundinum enn at bøndurnir fingu upplýsing um avtaluna og at nakrir teirra sluppu av við eitt sindur av vreiði.