Tað er skeivt at tvinga bøndur at siga festið frá sær, tá ið teir fylla 70. Tað eru løgtingslimir at kalla samdir um.
Løgtingið viðgerð í løtuni eitt uppskot frá fleiri løgtingslimum um at strika aldursmarkið fyri, nær ein bóndi skal siga festi frá sær. Lógin sigur, at bóndi skal siga festi frá sær, tá ið hann fyllir 70, men tann parturin av lógini er ongantíð hildin.
Men nýliga hevur Búnaðarstovan gjørt greitt, at tey ætla sær nú at hava eitt neyvari eftirlit við hesum, so at eisini hesin parturin av lógini verður hildin. Tískil fer Búnaðarstovan at senda festarum, sum eru fyltir 70, skriv um at siga festi frá sær, og bøndur, sum nærkast 70, fáa eina áminning um, at nú er tíð at rigga av.
Tí hava løgtingslimir lagt uppskot fram um at avtaka aldursmarkið. Bæði løgtingslimir, og Høgni Hoydal, landsstýrismaður í búnaðarmálum, hava ført fram í Løgtinginum, at aldursmarkið hevur verið galdandi síðani í áttatiárunum, og fyri 11 árum síðani varð lógin broytt, uttan at nakar hevur tikið burtur.
Men sum heild halda løgtingslimir, at tað er høpisleyst at hava eitt knívskorið aldursmark fyri, nær bøndur skulu leggja frá sær. Løgtingslimir eru samdir um, at nú á døgum er 70 ár ongin aldur, og tí eigur markið at vera flótandi.
Eitt uppskot, sum varð sett fram, er, at tá ið ein bóndi er fyltur 70, skal hann kunna søkja um at hava festi í nøkur ár afturat, og tá ið nøkur ár so eru farin, skal umsóknin endurnýggjast. Fleiri politikarar halda nevniliga at tað er ikki rætt, at ein bóndi skal kunna liggja á einum festi til hann doyr, hóast hann ikki orkar at gera nakað við tað.
– Tað kann forða ungum, virkisfúsum fólki, við visjónum fyri landbúnaði, at sleppa fram at einum festi, halda løgtingslimir.
Og tað er Høgni Hoydal, við upp á. Hann segði, at ein illur festari, við einum lítlum festi, hevði tosað við hann um, at tað líktist ongum, at hann ikki kundi sleppa at hava 29 ær, tá ið fólk, sum vóru eldri enn hann, sluppu at stjórna einum heilum landi.
– Tað er nakað um tað og eg haldi, at vit eiga at hava eina liðiligari skipan á hesum øki, sigur Høgni Hoydal. Í hesum sambandi hugsar hann eisini um at festi eru rættiliga ymisk í stødd. Hann hugsar eisini um, at ofta eru tað børn hjá einum festara, sum taka við festi, og ein máti kann eisini vera at bæði ættarliðini hava festi saman í eini skiftistíð, fyri at fáa eitt glíðandi skifti.
Hann heldur eisini, at bøndur, sum eru komnir upp í árini, fara at aftra seg við at menna festi við nýggjum íløgum.
Eitt, løgtingslimir ávara ímóti, er, at aldursmarkið økir um vandan fyri, at festi forfella, tí ein bóndi, sum er komin upp í árini, fer neyvan at hætta sær undir nakrar íløgur, ella nútímansgerð, tá ið hann veit, at hann verður rikin av festinum, tá ið hann fyllir 70.
Men Høgni Hoydal ivast í um tað er rætt at avtaka aldursmarkið heilt. Hann sigur, at ein orsøk til at aldursmarkið varð sett í, var fyri at gera fleiri festi atkomilig hjá festarum í góðum árum.