Seyðurin skal burtur av vegnum.
Tað eru politikarar samdir í.
Men teir eru eisini samdir í, at tað skulu ikki órímiliga stórar byrðar leggjast á tey, sum eiga seyð og annan fenað.
Hinvegin hava teir okkurt annað boð upp á, hvussu málið skal loysast.
Fyri at røkka málinum heldur vinnunevndin, at rættast er at endurskoða og dagføra alla lóggávu um hegning og vertarfriðing.
Tað vakti miklan ans herfyri, tá ið nakrir løgtingslimir løgdu uppskot fyri Løgtingið um at fáa seyð og annan fenað av vegunum. Reyði tráðurin í uppskotinum var, at tað var tann, sum átti seyðin og fenaðin, sum skuldi bera allan kostnaðin av at stika og beina seyðin av vegnum.
Vinnunevndin hjá Løgtinginum tekur undir við endamálinum, men ikki við mátanum, tí tað leggur alt ov stóra ábyrgd og alt ov stórar skyldur á tey, sum eiga seyð og annan fenað, tí tað vera tey, sum fáa alla ábyrgdina
Sosatt óttast vinnunevndin fyri, at jarðarbúkarin kann fáa ovurhonds stór endurgjaldskrøv, skuldu óhapp hent í ferðsluni, har húsdýr eru uppi í.
Aðrar loysnir
Katrin Dahl Jakobsen forkvinna í vinnunevndini sigur, at í Íslandi er tað Landsverk, sum hegnar fram við landsvegi, men so hava kommunurnar aktingarfólk, sum hava eftirlit við, at hegnið er tætt.
- Hetta er fyri at tryggja, at ikki onkur svíkur er ímillum, sum ikki røkir stikið, so at talan verður um eina falska trygd, sum ger støðuna upp aftur vandamiklari enn, um tað als ikki var hegnað.
Afturat hesum verður skeltað, har tað ikki verður hildið at vera neyðugt at hegna, men har eitt nú seyður er.
Forkvinnan í vinnunevndini heldur, at hetta er ein leistur, sum kundi verðið umhugsaður í Føroyum eisini.