Bøndur í Føroyum fara neyvan at missa nakað

– Og bøndurnir skulu heldur ikki vænta at fáa endurgjald

Bøndur í Føroyum skulu ikki vænta at fáa endurgjald fyri tað um føroyingar nú kunnu innflyta tollfrítt seyðakjøt úr ES

Tað skilst á øllum brøgdum, nú Jenis av Rana landsstýrismaður í uttanríkismálum, hevur svarað upp á ein spurning frá Brandi Sandoy, løgtingsmanni fyri Fólkaflokkin.

Hann heldur, at tað verður eitt stórt bakkast fyri føroyskar bøndur, at ES nú slepput at selja 80 tons av seyðakjøti til Føroyar, uttan at rinda toll av tí.

Tað svarar til 5.000 krov og løgtingsmaðurin heldur, at so verður kjøtið úr ES so bíligt, at tað kann beina fyri fleiri bøndrum í Føroyum, tí tað verður ómøguligt at kappast við kjøtið úr ES.

Les eisini: Bøndur í Føroyumskulu fáa endurgjald

Jenis av Rana sigur, at aftur fyri at vit fáa  tollfrítt seyðakjøt úr ES, fáa føroyingar fríari ræsur at selja ymsar fiskavørur til ES.

Í hesum sambandi kunnu Føroyar nú innflyta frystan og virkaðan brisling til ES, uttan at tollur verður kravdur av tí. Og harumframt sleppur ES eisini kravinum um, at einki gluten skal vera í teimum 20.000 tonsunum av fiskafóðuri, sum Føroyar kunnu útflyta tollfrítt til ES.

– Henda avmarking hevur verið ein beinleiðis forðing fyri útflutningi av fiskafóðuri til ES-marknaðin og hendan broytingin fer sostatt at fáa eitt stórt virði fyri føroyska fiskafóðurframleiðslu, sigur Jenis av Rana.

Hann ivast í um tað verður nakað fíggjarligt tap er fyri bóndir í Føroyum, at tollurin upp á 10 prosent verður strikaður av seyðakjøti, sum verður innflutt úr ES.

– Longu í dag verða stórar nøgdir av útlendskum seyðakjøti innflutt til Føroya, tollfrítt, og innflutningurin úr ES er ein sera avmarkaður partur av hesum, sigur Jenis av Rana.