Bøndur fáa ávísan rætt til at nokta fólki at fara í hagan

Nakrar dagar um árið kunnu teir nokta fólki at fara í hagan

Bøndur fáa avmarkaðan rætt til at nokta fólki til at fara í hagan. Tað er ein partur av einum uppskoti, Helgi Abrahamsen, landsstýrismaður, fer at leggja fyri Løgtingið í heyst.

Sum vit skrivaðu í áðni, fer hann at leggja uppskot fyri Løgtingið um at skipa viðurskiftini á hesum øki. Og endamálið er, at tað skal vera ein skipan, sum leggur upp fyri áhugamálunum hjá øllum pørtum, bæði bøndrum, ferðavinnu og øllum teimum, sum annars dáma at ganga í haganum.

Meginreglan verður, at øll skulu hava rætt til at ganga í fjøllunum, uttan at noyast at gjalda fyri tað.

Les meiri um tað her: Sleppa ikki longur at krevja gjald frá fólki

Hóast fólk skulu hava rætt til at fara í hagan, skal tað kortini bera til at stongja ávís øki, har tað er ringt at ganga, fyri at forða fyri, at ókunnug fólk koma sær í óføri.

Og hóast fólk hava rætt til at fara í hagan, er tað eisini eitt uppskot, at tað skal ikki vera loyvt at hava hund við sær í hagan, uttan at reka seyð. Tað skal heldur ikki verða loyvt at taka grót við sær úr haganum - men tað skal vera loyvt at heinta ber.

Men Helgi Abrahamsen sigur, at hóast øll skulu hava rætt at ganga í fjøllunum, fáa bøndur koritni ein ávísan rætt til at avmarka gongdina í haganum.

– Bøndur skulu kunna nokta fólki at fara í hagan teir dagar teir reka og teir dagar, fólk er í haganum og skótar harur, sigur hann.

Eitt endamál við lógini er, at bøndur skulu ikki kunna krevja gjald frá fólki, uttan at veita eina tænastu aftur fyri. Tað merkir, at tað stendur bøndrum frítt fyri at skipa fyri tiltøkum av alskyns slagi, sum fólk so rinda fyri at taka lut í.

Bøndur kunnu eisini útveita tann rættin til ein ferðasmið, ella onkran annan, til at skipa fyri tiltøkum í haganum.

Helgi Abrahamsen heldur eisini, at tað eigur at vera ein partur av hesum uppskotinum, at ferðafólk, sum fara í hagan, skulu skráseta seg onkustaðni, so at fólk á staðnum vita, hvør er í haganum og nær tey koma aftur. Hetta er fyri at sleppa frá at fara at leita eftir fólki, óneyðugt, tí tað er ikki so sjáldan, at tað er komið fyri.

Tað eru eisini nøkur øki kring landið, har tað eru so nógv ferðafólk, at tað gongur náttúruni ov nær, bæði tí at lendið verður upptraðkað og fuglalívið ikki fær frið.

Helgi Abrahamsen sigur, at hetta verður neyvan viðurskifti, sum verða ásett í hesari lógini. Hinvegin er ein lóg um náttúruvernd eisini á veg í Løgtingið, og hann heldur, at tað er meiri í hesari lógini, at reglur skulu setast fyri tey støð í Føroyum, har náttúran er serliga viðbrekin.