Hann breyt friðingarlógina fram við Leynavatni. Alt økið er friðað, men bóndin fór av sínum eintingum og gravaði fram við áarbakkanum har vatn stóð niðan í bøin. Hetta gjørdi hann fyri, at vatnið skuldi renna skjótari frá. Men í og við, at hann setti spakan í jørðina, breyt hann friðingarlógina, tí alt økið er friðað, og varð málið tí kært til friðingarnevndina. Nú er nevndin komin til eina niðurstøðu
? Vit hava víst til grein trý og fýra í friðingarlógini, sum sigur, at greið forboð verða sett fyri allari tøku av gróti, sandi, mold, eyri og líknandi uttan loyvi frá myndugleikunum, sigur Ivan Klein Olsen, formaður í friðingarnevndini.
? Bóndin skal nú gera alt aftur, sum tað var áðrenn. Men avgerðin skal eisini fyrileggjast yvirfriðingarnevndini, sum skal góðkenna okkara úrskurð, og síðani hevur tann kærdi eisini eina kæringarfreist uppá fýra vikur.
Økið, sum bóndin hevur grivið upp, fevnir um einar 50 metrar, og har skal hann so leggja allar rúgvurnar hann hevur grivið upp í aftur.
Ringt at fyribyrgja
Ivan Klein Olsen heldur, at tað er ringt at fyribyrgja, at slíkt hendir aftur. ? Hetta er sum við koyring. Hvussu fyribyrgir tú, at fólk koyra ov skjótt? Upplýsing kanska. Upplýsa fólkum, sum ikki vita, hvat ein friðing inniber, hvat veruliga liggur aftanfyri. Men bøndur eiga at vita, hvat henda friðingin inniber, tað er vist.
? Sjálv friðingin er rímiliga umfatandi á hesum økinum, men hon bannar ikki nýtslu av økinum. Frávik kunnu gerast í samráð við friðingarmyndugleikarnar, men tá skal tú søkja um loyvi, sigur Ivan Klein Olsen.
? Men tað er ymiskt, hvussu man takklar friðingarlógina. Í hesum føri var tað ein klaga, har eg sum formaður fór inn og steðgaði arbeiðnum. Hartil krevja vit so, at hann skal gera alt aftur, soleiðis, sum tað var áðrenn hann gravaði alt upp.