7. november, legði Bjarni Djurholm, landsstýrismaður, vegna landsstýrið fram tvey uppskot til løgtingslógir um føroyskan landbúna. Fyrra uppskotið er til løgtingslóg um landsjørð. Endamálið við lógini um landsjørð er, at tað fyrisitingarliga skulu skapast møguleikar fyri at menna framleiðsluna av landsjørðini. Seinna uppskotið er til løgtingslóg um búnaðargrunn. Endamálið er, at stovnaður verður grunnur, sum skal veita lán til landbúnaðin.
Flest øll eru samd um, at broytingar mugu gerast á økinum, men tað er stórt spell, at uppskotini, eftir at hava verið ígjøgnum samgongukvørnina, eru fullkomiliga avskeplað samanborið við uppruna útkastið hjá Bjarna Djurholm, sum hevði verið ein nógv betri og tíðarhóskandi loysn. Men ikki var annað væntandi, tá tjóðveldiskapitalistar við sosialistiskari skræðu, hava verið uppí leikinum.
Sum handan falna jarntjaldið
Í Føroyum er helvtin av jørðini ogn og hin helvtin kongs. Støðan hjá føroyskum kongsbóndum er sum hjá starvfeløgum teirra í Kina, Hvítarusslandi, Kina, Albania og Kuba. Bóndin eigur einki í sínum vinnutólum, bygningum ella garði, og kann ikki veita trygd yvir fyri lánistovni. Hetta ger, at hann ofta bara verður vendur í hurðini í bankanum og tí ikki kann fremja ætlaðar ábøtur á lendi ella amboð.
Dømi eru um bøndur, sum í eitt 15 ára skeið hava lánt 5 mill. til út-byggingar á garðinum. Teir hava arbeitt fyri at niðurgjalda skuldina øll hesi árini, men nú tá tíðin nærkast til at teir skulu leggja frá sær, vakna teir við kalda dreym. Teir eiga jú onki í garðinum, sum teir hava lagt nógva orku og pening í.
Tey fyrstu árini verður eitt møguligt yvirskot brúkt til útbyggingar og viðlíkahald á garðinum, men seinnu árini verður yvirskotið lagt til síðis fyri at bóndin kann hava eina uppsparing til ellisárini. Hetta førir við sær, at neyðugar ábøtur og viðlíkahald ikki verður gjørt, soleiðis at garðurin spakuliga forfellur.
Um sonur ella dóttir bóndan yvirtekur garðin, so kann møguliga semja gerast um eina hóskandi samsýning til fráfarandi bóndan. Men tá ein triði persónur tekur við festinum, stendur gamli bóndin eftir við ongum.
Bóndurnir ynskja endurgjald fyri íløgur og arbeiði
Tað eigur at verða gjørd ein jarðarlóg, sum ásetur ein dag, har allir garðar og jørð verða seld fyri marknaðarprís. Tá skal bóndin, sum situr við festinum fáa tilboð um keyp beinanvegin ella um hann ikki vil keypa, skal garðurin seljast fyri marknaðarprís, tá bóndin leggur frá sær. Velur bóndur at keypa, skulu íløgurnar hjá bóndanum trekkjast frá keypsprísinum.
Knúturin í hesum málið er uttan iva hann, at fólk ikki vilja einskilja landsjørðina, tí at ongin privatpersónur skal eiga okkara vøkru fjøll. Hesin knúturin kundi verið loystur, soleiðis at garður og lendi vóru knýtt saman sum eitt skip og eitt fiskiloyvi. Tí hevur garðurin onki beiti til neyt og seyð, er hann onki verdur.
Tað kann ikki bera til, at vit í 2003 enn eru á tí støði, sum grannalond okkara vóru á fyri 250 árum síðani.