Bóndasonur biðin at stovna keypssamtøku

Í 1938 varð ein roynd gjørd at seta eina keypssamtøku á stovn í Klaksvík. Tað var ein dani, Fisker, sum gjørdi hesa roynd. Hetta veit Jógvan Gerðalíð í Klaksvík at siga okkum

- Nú nakað hevur verið at sæð um keypssamtøkuna í bløðunum í samband við, at liðin eru fimti ár, síðani fyritøkan byrjaði sítt virki í Føroyum, rann mær í hug, at eg fyri 64 árum síðani varð spurdur, um eg vildi leiða ein slíkan handil í Klaksvík.
            Hetta sigur Jógvan Gerðalíð, haldbóndi í Gerðum.
            Hann veit ikki, um royndir vóðru gjørdar aðrastaðni í Føroyum tá, men hann heldur, at tað kann hava verið kríggið, ið byrjaði í septembur 1939, sum  steðgaði hesum ætlanum.     
            Í 1938 var 150 ára hátíðarhald í Danmark fyri avtøkuni av
stavnsbandinum. Í samband við hátíðarhaldið bjóðaði Landbrugsrådet í Føroyum teimum, sum høvdu hug at fara til Keypmannahavnar, frían ferðaseðil við Tjaldrinum.
           - Tiltakið, vit vórðu boðin til, var á Bellahøj, nær Keypmannahavn og vóru vit um 20?25 føroyingar sum fóru avstað, sigur Jógvan.
            Hann sigur, at hetta var ein væleydnaður túrur, har nærum alt, sum hevði við jarðarbrúk at gera, varð sýnt fram.
            Á framsýningini vóru alskins kríatúr, tær mest framkomnu landbrúksmaskinur og forngrípagoymslur við teimum elstu amboðunum innan jarðarbrúk.
           - Umframt hesa framsýning, vórðu vit eisini boðin runt í býnum at síggja ymiskar fyritøkur og millum nógvar aðrar, eisini Brugsforeningen, greiðir Jógvan frá.
            Hann minnist, at eftir at tey høvdu sitið til borðs har, kom ein maður til hansara at fregnast um krambaviðurskifti í Føroyum.
            Hesin maður kundi hugsað sær ein túr til Føroyar og spurdi Jógvan, um hann vildi taka í móti honum. Jógvan beyð honum at vera hjartaliga vælkomnum.
           Hesin góði maður, Fisker at navni, kom so til Føroya; tað mundi vera um mánaðarskiftið, juni/juli 1938.
            - Tá Fisker var komin til Føroya, spurdi hann meg, um eg hevði áhuga í at seta eina keypssamtøku á stovn í Klaksvík, men tað helt eg meg ikki hava førleika til ? og ei heldur hevði eg hug at reka handil, sigur Jógvan.
            Men Fisker gavst ikki so, hann spurdi Jógvan, um hann ikki kundi vísa honum á onkran, ið kundi hugsað sær at tikið sær av hesum.
            - Eg fór fyrst til Niels Vang, sum var leiðari í handlinum á Biskupstøð. Vinarligur, sum Niels altíð var, vísti hann mær ikki frá sær, men segði, at hetta kundi hann ikki taka sær av. Hann var jú leiðari av størsta handli her norðuri, sigur Jógvan.
            Niels Vang var so beinasamur, at hann skrivaði eitt vakurt viðmælisbræv um Kjartan Lützen, sum var bókhaldari hjá Kjølbro, og bað meg vita, hvat hann helt um hetta.
            - Eg havi einki skrivað niður frá hesi tíðini, men minnist eg rætt, fóru Fisker og eg norður á skrivstovuna hjá Kjølbro, har hann skuldi hitta Kjartan. Har søgdu vit hvørjum øðrum farvæl, og eg frætti einki meiri um hetta, sigur Jógvan Gerðalíð at enda.